Kanning vísur greið tekin um tilgongd til svartkjaftastovnin norðanfyri

Kanningin vísur, at greiðar ábendingar eru nú um, at árgangurin frá 2020 er góður og helst er 2021-árgangurin yvir miðal

Mynd: hav.fo
Kristian Waag Dam
16. mai 2022 kl. 15:40

Týsdagin í síðstu viku kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Endamálið við túrinum var at kanna nøgdir og aldurssamanseting av sild og svartkjafti í havøkinum norðan fyri Føroyar. Í stuttum vísur kanningin, at nakað minni var skrásett av sild og nakað meiri av svartkjafti í føroyska kanningarøkinum enn í fjør.

Góð tekin vóru um tilgongd til bæði silda- og svartkjaftastovnin. Kanningin vísur at útbreiðsluøkið hjá norðhavssild var norðari enn í fjør og sildin stóð øll sum hon var norðarlaga í kanningarøkinum. Meira enn helvtin av aldursgreinaðu sildini var seks áragomul, og hetta er stóri árgangurin, sum var gýttur í 2016, sum nú av røttum er komin vestur í hav at leita sær føði.

Svartkjaftur var hinvegin sæddur í stórt sæð sama øki sum í fjør framvið hellingunum á Landgrunninum, og Íslandsrygginum og móti eystara markinum av kanningarøkinum. Sera nógv av eitt og tvey ára gomlum svartkjafti var at síggja. Greiðar ábendingar eru nú um, at árgangurin frá 2020 er góður og helst er 2021-árgangurin yvir miðal. Sera lítið var av eldri svartkjafti.

Kelda: hav.fo