Kapping í vektlyfting í Tvørmegi seinnapartin

Nú seinnapartin klokkan 14 í Tvørmegi fara vektlyftarar at kappast í árligu jólakappingini, sum samstundis er fyrireiking til kapping uttanlands

Sigurjón Einarsson
4. desember 2021 kl. 12:59

Føroysku vektlyftararnir hava havt stóra framgongd hetta seinasta árið, sum tað sást bæði í Føroyaleikunum og við donsku meistarastevnuna.

Næst á skránni er norðurlendska meistarastevnan fyrst í komandi ári. Vant verður fram til kappingina undir leiðslu av roynda danska venjaranum Frank Petersen.

Kappast verður eftir reglunum hjá altjóða vektlyftarasambandinum IWF. Vinnararnir av kappingunum verða funnir eftir Sinclair-stigum, tað vil siga tvørtur um vektbólkar.

Kunning um kappingarreglur og limaskap er at finna á www.sff.fo.

Styrkifelag Føroya skipar fyri kappingini, ið byrjar klokkan 14 í hølunum, har Tvørmegi heldur til.

Koronutilmælini eru galdandi.