Kári Sigvardsen skal stjórna Framskák saman við Sigmundi Mikkelsen

Afturat Sigmundi Mikkelsen, stjóra, kemur Kári Sigvardsen inn at stjórna Framskák

Kári Sigvardsen (t.v.) og Sigmund Mikkelsen (t.h.) fara saman at stjórna Framskák
Kristian Waag Dam
29. september 2022 kl. 15:12

Kári Sigvardsen kemur saman við Sigmund Mikkelsen at vera stjóri hjá Framskák, og fer hann at hava ábyrgd av innanhýsis rakstrinum.

– Vit fegnast um at fáa Kára við í okkara toymi. Við hansara drúgvu royndum, so styrkja vit um okkara rakstur og arbeiðsmannagongdir. Somuleiðis styrkja vit um okkara tænastukervi, ið vit leggja stóran dent á, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri.

Tað stendur at lesa á Facebook-vanganum hjá Framskák.

Kári er 42 ára gamal, og kemur hann úr starvi sum rakstrarstjóri í Magn, har hann starvaðist í umleið tíggju ár. Kári hevur drúgvar royndir við leiðslu, umframt at skipa og effektivisera arbeiðsmannagongdir við at nýta KT og tøkni, skrivar Framskák.

Framskák er veitari innan videofundarloysnir, kunningarskíggjar, fundarhølir og stórskíggjar í Føroyum.