Katrin Kallsberg vald í Etiska ráðið

Ein av limunum, sum varð afturvaldur í ráðið, hevur takkað nei, og tí kemur Katrin Kallsberg í ráðið ístaðin

Steinar Patursson
22. september 2022 kl. 13:34

Heilsumálaráðið boðar í dag frá, at Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum, og fyrrverandi løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, er nýggjasti limurin í Etiska ráðnum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, valdi herfyri nýggja manning í Etiska ráðið, men eftir at ein av limunum, sum varð endurvaldur, hevur boðað frá, at viðkomandi ikki ynskir at halda fram, er ein nýggjur limur komin ístaðin.

Í tíðindaskrivi vísir heilsumálaráðið á, at tað í serligu viðmerkingum til grein 6 í lótini er útgreinað, hvussu hesin limurin eigur at veljast:

“Landsstýrismaðurin tilnevnir harumframt ein lim. Hugsað verður um, at hesin limur m.a. skal hava heilsufakligan kunnleika til gransking og viðgerð innan læknafrøði, og til gransking og viðgerð  innan  heilsuøkið.  Mett  verður,  at  tað  er  neyðugt  at  hava  eitt  heilsustarvsfólk  við læknafakligari bakgrund í ráðnum, av tí at stórur partur av tí granskingarvirksemi, ið fer fram viðvíkjandi lív- og ílegutøkni innan heilsuøkið, verður gjørt av læknum”.