Kendi rithøvundurin, Rakel Helmsdal, mælir nú fólki at melda seg úr fólkakirkjuni.
Hon heldur, at tað eiga fólk at gera fyri at mótmæla, at nú verður farið undir at byggja nýggja kirkju á Argjum, sum skal vera við Sandá.
Fólk, sum eru ímóti at kirkjan verður bygt við Sandá hava stovnað ein bólk á Facebook við tí endamáli at varðveita økið sum eitt fríøki.
Tað eru 2.400 limir í bólkinum, og nú mælir Rachel Helmsdal øllum at melda seg úr fólkakirkjuni fyri at mótmæla ætlanini.
Hon spyr um tað ikki hevði verið eina roynd vert at samla so nógv sum gjørligt til eina mótmælisgongu í bispagarðin, har tey skulu handa bispi hvør sítt skriv, har tey melda seg úr fólkakirkjuni »um hann ikki steðgar hasum øra kirkjubyggjarínum við Sandá?«, sum hon tekur til.
Hon heldur, at tað hevði verið eitt sera týðiligt teknin - og eitt tiltak, sum tað er lætt at skipa fyri.
Hon sigur, at tey kunnu útvega sær hvør sítt oyðiblað at fylla út um at melda seg úr fólkakirkjuni. Og kunnu tey hava oyðiblaðið við og handa bispi tað.
Tað er eisini greitt, at Rachel Helmsdal hevur, í hvussu so er, nakað av undirtøku.
Hergeir Staksberg, sum var valevni á Kommunulistanum á býráðsvalinum, spyr hvussu hevði verið um tey, sum meina tað í álvara, melda seg úr fólkakirkjuni, verður kirkjan bygd
– Send eitt alment bræv til bisp, har tit greiða frá, hví tit ikki kunnu taka undir við, at kirkjuráðið ger seg inn á náttúruna (skapanarverkið), sigur hann.
Ein annar limur í bólkinum, Louisa Joensen, sigur, at heima hjá teimum liggur ein stakkur av útfyltum oyðibløðum klárur á borðinum.
– Tann dagin maskinurnar koma, fara vit til bisp við teimum øllum, sigur hon.
Annars verður farið undir arbeiðið at gera kirkjuna í mars mánað og tað verður 5. mars, at spakin verður settur í.