KÍ er føroyameistari 2022

HB sendi FM-steypið til Klaksvíkar tá teir vunnu 2-1 á Víkingini leygarkvøldið.

Helgi Hoydal
17. september 2022 kl. 21:39

Tað var undan dystinum greitt at KÍ bleiv føroyameistari um Víkingur ikki fekk øll trý stigini ímóti HB, tí munurin á stigatalvuni er so mikið stórur at Víkingur ikki kann fanga KÍ aftur.

Beint áðrenn hálvleik legði Daniel Johansen HB á odda, eftir brotspark. Víkingarnir vóru ónøgdir við dømingina, sást á stroymingini.

Tá sjey minuttir vóru spælir av seinna hálvleiki legði Adrian Justinussen HB á odda 2-0, við einum dreymamáli, tá hann rak úr vinstru inn í feltið, og skeyt bóltin upp í longra hornið.

Trýstu tað síðsta

Hóast tað sá út sum at HB hevði tamarhald á dystinum, svaraði Víkingur aftur tá smáir 77 minuttir vórðu spældir.

Tað var Jákup Johansen sum minkaði um munin, við skoti úr vinstru.

Víkingur trýsti HB restina av dystinum men uttan úrslit.

KÍ hevur víst sannførandi spæl

Klaksvíkingar hava verið ringir at taka í ár. Eftir 23 dystir hevur KÍ ongan tapt, og bert spælt tveir javnar. Hóast tað ikki hava verið líka nógvir stórsigrar sum vit fyrr hava sæð, hava teir bert latið sjey mál inn hetta kappingarárið.

Tað eru fimm umfør eftir at leika, og spenningurin í kappingini er nú um evropa-plássini, og um hvør fær silvurheiðursmerkini. Tað eru Víkingur og HB sum berjast um annaðplássið.