KÍ feldi aldursforsetan

Talan var um knúsandi sigur, til føroyameistaraliðið úr Klaksvík. Við stórspælandi álopsleiki frá Páll Andrassyni Klettskarð, vann heimaliðið heili 7-1 á suðuroyingum

Kalt og kavi í Klaksvík eftir leiklok (Mynd: Áron Vest)
Áron Vest
5. mars 2023 kl. 17:51

Tað var grátt, kalt og vátt í veðrinum, tá dómarin, Rani Andrasson Skaalum, floytaði dystin millum KÍ og TB í gongd klokkan 15:00 í Klaksvík. Hóast veðrið, leitaðu áleið 500 áskoðara sær oman á vøllin við Djúpumýri í Klaksvík.

Fyrsta korterið hendi ikki so nógv í dystinum. KÍ legði seg rættiliga skjótt omaná, hóast TB eisini vístu, at teir kundu steðga klaksvíkingum í verjuketuni. Tað skuldi tó ikki ganga meir enn 25 minuttir, so byrjaði tað, ið endaði í berum skrædli. Við einum uppleggi frá KÍ liðskiparanum, Jákupi Biskopstø Andreasen, stútaði Páll Andrasson Klettskarð bóltin hegnisliga í netið.

Góðar fimm minuttir gjørdust KÍ aftur vandamiklir. Við finessuskoti setti nýggi KÍ leikarin, Luc Kassi, bóltin í netið, beint út fyri hálvmánan á brotssteigarmarkinum. Eftir hetta høvdu KÍ fleiri málmøguleikar. TB komu frameftir KÍ hálvuni nakrar ferðir, men uttan at tað nakrantíð gjørdist vandamikið og uttan at nakar málmøguleiki spurdist burturúr. Fimm minuttir fyri hálvleik, setti René Shaki bóltin í netið, eftir uppleggið frá Mads Boe Mikkelsen. 4-0 og gjørdist hetta eisini hálvleiksstøðan í Klaksvík. Beint fyri hálvleik hevði Páll aftur ein málmøguleika, men danin í TB málinum, Anders Hoff, stórbjargaði.

Í seinna hálvleiki løgdu útiliðið úr TB seg longur aftur á vøllin at verja. Hóast hetta, so megnaði fremsti maður hjá KÍ, Páll Andrasson Klettskarð, tríggjar minuttir inni í seinna hálvleiki, aftur at gerast farligur fyri TB verjuketuna. Einsamallur rak hann framvið verjuni, men skotið fór framvið málinum og út til málspark.

Tá ein tími var farin, byrjaði at kava í Klaksvík. Hitastigið var nú um frostmarkið, men lítið bilaði tað at steðga einum stórspælandi Páll, sum í 60. minutti setti bóltin í netið, við uppleggið úr høgru síðu frá Jóannes Kalsø Danielsen. Fimm minuttir seinni skoraði Páll sítt triðja mál í dystinum og harvið hattrikk. Eftir uppleggið úr høgru síðu frá Árna Frederiksberg, setti Páll ísakaldur bóltin í netið. Einans ein minutt seinni, setti Jens Erik Bruhn hjá TB bóltin í egið mál av berum ósketni. Støðan var nú 6-0 til meistaraliðið úr Klaksvík.

TB fastbundu nú verjuketuna enn meiri og teir málmøguleikarnir, ið komu, fingu teir steðga nakrar av. Tá eitt korter restaði í, skoraði Páll sítt fjórða mál í dystinum, eftir uppleggið úr vinstru síðu frá Patrick Da Silva. Frustratiónirnar hómaðust hjá TB liðnum og í 79. minutti fær Samudeen Musah hjá TB, gult kort fyri hasarderaða takkling.

TB fingu ongan málmøguleika í seinna hálvleiki, fyrrenn í 85. minutti. Henda møguleika umsetti John Villi Wøldike til mál. KÍ svaraði aftur við málmøguleika, men Anders Hoff í TB málinum framdi eina stílfulla dupultbjarging. Árni Frederiksberg fekk eisini ein málmøguleika framvið opnum TB máli, men við fyrstu bóltnerting fór bólturin uppum TB málið.

Dómarin legði tríggjar minuttir afturat leiktíðini, men einki mál kom afturat og støðan gjørdist 7-1 til heimaliðið KÍ.

Fyrstu ellivu hjá KÍ

Markus Olsen Pettersen (MM), Patrick Da Silva, Mads Boe Mikkelsen, Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Páll Andrasson Klettskarð, Luc Kassi, René Shaki Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø og Heini Vatnsdal.

Inn komu Børge Petersen (í hálvleikssteðginum fyri Heina Vatnsdal), Claes Philip Kronberg (60. minutti fyri René Shaki Joensen), Símun Kalsø (70. minutti fyri Jóannes Kalsø Danielsen), Óli Eyðsteinsson Poulsen (70. minutti fyri Luc Kassi) og Sivert Stenseth Gussiås (73. minutti fyri Mads Boe Mikkelsen).

Gul kort: Børge Petersen í 93. minutti.

Venjari hjá KÍ er Magne Hoseth.

Fyrstu ellivu hjá TB

Anders Hoff (MM), Bartal Einarsson Petersen, Aron Sørensen, Ragnar Joensen, Salmundur Bech, Olivur Renéson Thomsen, Nikolei Johannesen, John Villi Wøldike, Samudeen Musah, Poul Ingason (L) og Jens Erik Bruhn.

Inn komu Oddmar Nybo Jespersen (fyri Olivur Renéson Thomsen í hálvleikssteðginum), Andreas Midjord (64. minutti fyri Ragnar Joensen), Jóhan Renéson Thomsen (74. minutti fyri Salmund Bech), Jannik Dalfoss (77. minutti fyri Bartal Einarsson Petersen).

Gul kort: Samudeen Musah í 78. minutti

Venjari hjá TB hendan dystin var Karl Øster. Sum Dimmalætting skilir, so er TB venjarin, Zorin Pavlevic, júst komin til landið. Pappírini og loyvini eru ikki komin heilt uppá pláss enn.