Ongi úrslit

KÍ kunngerð nýggjan venjara  

Klokkan 17:30 í dag, bjóðar Klaksvíkar Ítróttarfelag til tíðindafund, har nýggi høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum verður kunngjørdur

Kristian Waag Dam
21. november 2022 kl. 13:56

Klokkan 17:30 í dag, bjóðar Klaksvíkar Ítróttarfelag til tíðindafund, har nýggi høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum verður kunngjørdur. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

- Í kvøld 21-11-2022 kl 17:30 verður “Ljós á loftinum”.

Vit fara at kunngera hvør er settur sum høvuðsvenjari hjá besta mansliði felagsins.

Inngongd við Bøgøtu og dyrnar lata upp kl 17:15, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.

Tað kom óvart á bæði klaksvíkingar og restina av fótbóltsumhvørvinum í Føroyum, tá KÍ eftir tapi í steypafinaluni ímóti Víkingi tann 29. oktobur boðaði frá, at venjarin í felagnum Mikkjal Thomassen, gavst í felagnum.

Mikkjal Thommasen, sum fyrr í ár kom í andglettin, eftir at hann hevði framt harðskap í náttarlívinum í Havn, valdi at gevast í Kí, tá hann fekk bjóða venjarastarvið í norska felagnum Frederikstad Fotballklub, sum hann nú er venjari hjá.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14