KÍ málverji flytur til Íslands

Mathias Rosenørn hevur skrivað undir sáttmála við Keflavík

Jóannes Hansen
24. januar 2023 kl. 14:35

Hann hevur vart KÍ málið tvey tey seinastu árini, tá ið hann og KÍ hava vunnið FM. Eftir kappingarlok í heyst varð tað greitt, at Mathias Rosenørn ikki fór at halda fram í Klaksvík. KÍ hevur skrivað undir sáttmála við Róa H. Mørk, og felagið leitar eftir einum málverja aftrat.

Nú er tað greitt, at Mathias Rosenørn í 2023 fer at verja málið hjá íslendska Keflavík. Felagið sirivar á facebook, at sáttmáli er undirskrivaður við 29 ára gamla málverjan, sum umframt at spæla við KÍ eisini hevur umboðað Esbjerg fB, Skive og Brabrand.

Í Keflavík siga teir seg vera væl nøgdan við nýggja málverjan. Einki verður sagt um, hvussu langt sáttmálaskeið talan er um.