KÍ og B36 greiddu sínar skyldur

Favorittarnir vóru á heimavølli fríggjakvøldið, tá B36 og Skála møttust á Tórsvølli, og KÍ tóku ímóti B68 við Djúpumýru í Klaksvík. Heimaliðini vunnu, og greiddu sostatt sínar skyldir sum favorittar.

Bæði B36 og KÍ vunnu sínar dystir fríggjakvøldið
Helgi Hoydal
16. september 2022 kl. 21:10

Nú kunnu klaksvíkingar bíða spentir til dystin leygardagin millum HB og Víking. Tí um Víkingur missir stig leygardagin eru KÍ føroyameistarar 2022.

KÍ stóð fyri tí mesta

Tað vóru klaksvíkingar sum vóru við yvirlutan tá toftamenn vóru á vitjan við Djúpumýru. KÍ vunnu til endans 3-0, men dysturin var leingi spennandi.

Páll Klettskarð legði heimaliðið á odda eftir 29 minuttir. Tað var KÍ sum hevði teir flestu møguleikarnar, men B68 hekk leingi í dystinum.  

Tá fimm minuttir vóru eftir at leika avgjørdi Páll Klettskarð dystin við einum málið afturat, eftir upplegg frá Mads Boe Mikkelsen.

Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat staðfesti Jóannes Bjartalíð sigurin við sínum 14. máli hetta kappingarárið.

Kann verða avgjørt leygardagin

Um Víkingur missir stig ímóti HB leygardagin eru KÍ føroyameistarar 2022, og vinna sostatt FM aðru ferð á rað. Hóast tað er ósannlíkt at KÍ ikki vinnur FM mugu teir bíða við at kalla seg føroyameistara.

Dysturin millum HB og Vìking verður spældur á ovara vølli í Gundadali klokkan 19.45 leygardagin 17. septembur.

Avgreiðsluspurningur í Havn

Dysturin millum B36 og Skála bleiv punkteraður tíðliga. Havnamenn vunnu 5-0 ímóti Skála. Trý mál upp á tíggju minuttir gjørdu at dysturin so at siga var avgjørdu eftir 36 minuttir.

Tað var Rasmus Reihdar Nissen sum legði heimaliðið á odda eftir 25 minuttir, og gjørdi sær sjálvum eftir fimm minuttir aftaná, tá hann skoraði umaftur. Havnamennirnir steðgaðu ikki her, og Michal Przybylski legði teir hvítu á odda 3-0 tíggu minuttir fyri hálvleik.

Hannes Agnarson og Brian Jakobsen skoraðu hvør sítt mál í seinna hálvleiki, og gjørdu tað til stórsigur hjá B36. Dysturin endaði  

Ljósið flutti seinastu minuttirnar

Tá 86 minuttir vóru spældir hendi ein løgin støða í dystinum ímillum B36 og Skála. Ljósmastrarnar á Tórsvølli sløknaðu tá fáir minuttir vóru eftir at leika, og dómarin Rúni Gaardbo avgjørdi at dysturin bleiv fluttur á ovara vøll í Gundadali at spæla teir seinastu minuttirnar.