KÍ tekur frástøðu frá atburðinum hjá høvuðsvenjaranum

Nevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag harmast um støðuna, sum høvuðsvenjarin er komin sær í og tekur frástøðu frá atburðinum, men málið fær ongar avleiðingar fyri Mikkjal Thomassen

Við Djúpumýru í Klaksvík (Mynd: Wikimedia Commons)
Sigurjón Einarsson
27. september 2022 kl. 12:19

Tað var stór frøi í Klaksvík leygarkvøldið 17. september, tá HB á Tórsvølli hevði vunnið 2-1 á Víkingi, og tað tískil var greitt, at besta mansliðið hjá KÍ hevði endurvunnið FM-heitið frá í fjør.

Meðan KÍ-spælarar og viðhaldsfólk næstseinasta leygarkvøld hátíðarhildu, at 20. meistaraheitið hjá felagnum var fingið til høldar, gekk Mikkjal Thomassen, KÍ-venjari, í havnargøtum, har hann var frá sær sjálvum og sló ein fótbóltsdómara, ein leikara í Betri Deildini, ein kringvarpsjournalist og ein málmansvenjara. Eisini kom hann við hóttanum. Mikkjal Thomassen er ógvuliga harmur um sín atburð og hevur biðið Víking-spælaran og liðformannin hjá honum um umbering.

Les meira: KÍ-venjarin framdi harðskap í býnum

Í dag skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, at atburðurin hjá KÍ-venjaranum er ikki í samljóð við virðisgrundarlagið hjá felagnum, har allir KÍ-venjarar eiga at vera fyrimyndarligir og álitisvekjandi.

Heimasíðan skrivar:

"Vit hava fingið váttað, at Mikkjal Thomassen eftir hendingina hevur vent sær til teirra, sum hann hevur gingið ov nær og hevur biðið um umbering fyri sín atburð. Hesum hevur nevndin í KÍ virðing fyri.

Høvuðsvenjarin og vit hava nú í skjótt átta ár verið í góðum og mennandi samstarvi, sum á mongum økjum hevur lyft KÍ upp á heimliga fótbóltstindin. Hesi árini hava givið okkum, viðhaldsfólki, hjálparfólki og stuðlum mangar ógloymandi upplivingar.

Við hesum vil nevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag hervið boða frá, at nevndin ynskir at arbeiða fyri, at tað góða og mennandi arbeiðið saman við høvuðsvenjaranum, Mikkjal K. Thomassen kann halda fram, og vilja vit geva honum okkara fulla stuðul í komandi avbjóðingum".