Kina, Russland og Saudi Arabia á veg í mannarættindanevndina

Mannarættindastríðsfólk rópa varskó, tí Kuba og Pakistan eisini standa til at vinna sess í mannarættindanevndina hjá ST, skrivar bretski miðilin The Guardian á heimasíðu síni

Sveinur Tróndarson
13. oktober 2020 kl. 11:05

- Hetta svarar til at lata fimm pyromanar sleppa at vera sløkkiliðsmenn.

Tað sigur NGO-felagsskapurin UN Watch, nú tað tykist greitt, at Kina, Russland, Kuba, Pakistan og Saudi Arabia standa til at skula gerast limir í mannarættindanevndini hjá ST. Hetta hevur fingið mannarættindastríðsfólk í teimum fimm londunum at biðja um hjálp frá ES-londunum.

Tað skulu veljast 15 lond í ráðið, sum hevur 47 limir, og eitt land kann bara tapa, um færri enn 97 lond atkvøða fyri í atkvøðugreiðsluni, sum er loynilig, skrivar The Guardian.

Leysu sessirnir eru býttir upp í fimm økir og tað er bara í tí eina økinum, í Asia og Stillahavsøkinum, har fimm lond kappast um fýra sessir, at val er. Í hinum londunum hava loyniligar sínamillum avtalur tryggjað, hvør fær sess í nevndini.

Bæði kinesiskir, kubanskir og russiskir andstøðingar ávara ímóti at velja teirra lond í mannarættindanevndina hjá ST, og tey halda tað vera burturvið, at hesi lond eru stillað upp og hvaðna verri, um tey vera vald.

Hóast tað var USA, sum í 1948 gekk undan, tá mannarættindasáttmálin varð undirskrivaður, so tók sitandi forseti, Donald Trump, USA úr nevndini. Hetta hevur, siga mannrættindastríðsfólk, styrkt sjónarmiðini hjá teimum harðrendu londunum um, at mannrættindini skulu síggjast úr einum búskaparligum sjónarhorni heldur enn rættindunum hjá tí einstaka.