Kirkjurnar við Norðskála og í Hvalvík hava opið í morgin 9. desember

Í morgin, hósdagin 9. desember, hava kirkjurnar við Norðskála og í Hvalvík opið, har høvi verður til at hava eina løtu við friði og kvirru. Prestur verður til staðar

Sigurjón Einarsson
8. desember 2021 kl. 12:28

Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at kirkjurnar við Norðskála og í Hvalvík hava opið í morgin, har høvi verður til at hava eina løtu við friði og kvirru. Prestur verður eisini til staðar.

Kirkjan við Norðskála hevur opið hósdagin 9. desember frá klokkan 13 – 15.

Kirkjan í Hvalvík hevur opið hósdagin 9. desember frá klokkan 16 – 18.