Klæmint fer eftir metinum

Klæmint Andrasson Olsen byrjar inni í føroyska álopinum. Hann jakstrar málmetið, sum hann og Rógvi Jacobsen deila við tíggju málum í part

Klæmint A. Olsen kann seta nýtt málmet í kvøld (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson, Tórsvøllur
7. juni 2022 kl. 19:27

Skorar NSÍ-áleyparin í dystinum í kvøld móti Luksemborg, so setur hann samstundis met fyri flest skorað mál á landsliðnum. Í løtuni deila hann og Rógvi Jacobsen málmetið við tíggju málum.

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, kunngjørdi undan hesari Nations League-kappingini, at nú Brandur Hendriksson Olsen er langtíðarskaddur, so er ætlanin, at føroyska landsliðið skal spæla meira beinleiðis, og beinleiðis álopsspæl við nógvum innleggum, er júst tað, ið húsavørðurin úr Rituvík livir av.

Liðið er kunngjørt og soleiðis sær byrjanaruppstillingin út:

(4-4-2) Gunnar Nielsen – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Viljormur Davidsen – Gilli Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Meinhard Egilsson Olsen – Hallur Hansson, Klæmint Olsen