Klaksvíkar Róðrarfelag heiðrað

Í gjár var móttøka í Klaksvík fyri manningunum á teimum trimum bátunum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum vunnu FM í ár.

Katrin Erlendsdóttir
31. juli 2022 kl. 09:28

Kappróðurin í Klaksvík blómar. Eins og fleiri ferðir áður vann Klaksvíkingur aftur í ár FM hjá 10 mannaførum. Fípan Fagra gjørdist føroyameistari hjá 5 mannaførum hjá gentum, og Páll Fangi vann FM-stríðið millum 6 mannafør hjá monnum.

Í tí sambandi var móttøka í Klaksvík í gjár, har manningarnar á vinnarabátunum vórðu heiðraðar. Klaksvíkar Róðrarfelag saman við Klaksvíkar kommunum skipaðu fyri.

Sonja Ravnsfjall Kjølbro, forkvinna legði fyri við rósandi orðum til sítt felag og allar teir mongu røsku rógvararnar. Hon takkaði eisini teimum mongu stuðlunum og foreldrum og hjálparfólki, ið stóðu handa felagið.

Síðani helt Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins røðu. Hon takkaði fyri spennandi kappráðrarárið, har Klaksvíkar Róðrarfelag sanniliga hevði gjørt kappingarnar meira spennandi við nógvum góðum úrslitum – eisini  hjá teimum ungu spírunum, sum eru væl við.

Síðani bað hon umboð fyri manningarnar á Klaksvíkingi, Páll Fanga – menn og Fípuni Føgru – gentur um at koma upp at taka ímóti einum kekki frá býráðnum, upplýsir Klaksvíkar kommuna.

Mynd: Klaksvíkar kommuna