Klumman: Fjarhitagrevstur

Havnarfólk geva nú ilt av sær, tí vegirnir í miðbýnum og í nógvum síðugøtum eru grópaðir upp, og girðingar og skelti eru allastaðni. Tað er fjarhitagrevstur, ið hevur elvt til eina ótolandi undantakstøðu

Poulina Slættanes skrivar klummuna hesaferð
Poulina Slættanes
21. mai 2022 kl. 09:15

Havnarfólk geva nú ilt av sær, tí vegirnir í miðbýnum og í nógvum síðugøtum eru grópaðir upp, og girðingar og skelti eru allastaðni. Tað er fjarhitagrevstur, ið hevur elvt til eina ótolandi undantakstøðu. Plattar og stállúkur liggja yvir um gryvjurnar, og ikki er heilt vandaleyst at stíga á hesar glíðibreytirn. Tað virkar so óskipað, at grevsturin liggur víðopin so leingi og bíðar eftir at vera tyrvdur. At so nógv verður grivið í senn, ilskast fólk inn á, tí hví skal grevsturin taka so langa tíð? At tað snýr seg um fjarhita, vita helst tey flestu, og honum skulu vit geva sømdir, tí vit eiga at hugsa skilagott um burðardygga orku frameftir. Men fjarhitaprojektið, sum hevur staðið við í fleiri ár, tekur ongan enda. Mong forsyndast, tí bussrutur mugu umskipast, og ferðslan gongur sera ósmidliga vegna allar forðingarnar. Handlar av øllum handa slag ilskast, tí tað larmar, dálkar og stongsil er við vegjaðaran inn í handlarnar. Hetta er ikki bara grenj men ótolandi, tí so nógv verður grivið og grópað í senn. Og langdrigið aftrat, tí tað letur ikki til at lagt verður nóg nógv fyri at fáa strekkini liðug og riggað av. Eg hoyri fyri mær, at hasum hevur tú ikki skil fyri. Tað eru so nógv fyrilit, ið skulu takast.

Líkamikið, eg haldi hesar verkætlanir hjá Tórshavnar kommunu og verkførarunum vera stak illa lagt til rættis. Á skriviborðinum, á talvum og stabbum er tað so smidligt at strika upp og seta flugubein í. Men millum øll hesi tekniørkini skulu borgarar, bilar, børn, barnagarðsfylgi, bussar og súkklur og hvat veit eg, veruliga vera ansalig og hava eygu bæði aftan og framman. 

Heimasíðurnar hjá Tórshavnar Kommunu og Fjarhitafelagnum hava so miriliga biðið fólk borið yvir við arbeiðinum. Men teir hava ikki hildið seg til tíðarmálsetning og langt frá tí. Vit royna at gera skjótt av, verður sagt, men tað passar ikki. Tað kemur meira enn so fyri, at arbeiðið liggur stilt í fleiri dagar. Korona og Ukraina kunnu so ikki ábyrgdast fyri seinkingarnar. 

Herfyri var ein sera sentralur handil í miðbýnum úti við áheitan á fjarhitaleiðsluna um at taka dik á seg og seta futt í hesa langdrignu og umfatandi verkætlan. Arbeiðið uttanfyri hevur forðað kundunum at gera síni ørindi – bæ ði teimum til gongu og teimum við bili, tí framsíðan inn í handilin púrasta er endavend. 

Sjálvandi eru vit við uppá fjarhita, men vit vildu gjarna sæð, at tað gekk skjótari. Slíkt skal ikki draga út, tí tað elvir til alt ov nógvar frustratiónir. Fái ikki hildið mær – í fjør gróv NET í somu veit, sum Fjarhitafelagið gróv í árið frammanundan. Slíkt skuldi verið gjørt um eina leið. Men sum so mangan segðist orsøkin til tað vera ósemja – at NET og hitasamtakið ikki kundu koma ásamt um ein prís. Tá slíkt stingur seg upp, tekur tað tíð, tí tað skal klandrast á vegnum um tað niðri í vegnum. 

Vegirnir eru so neyðugir í samferðslukervinum. Tá teir liggja bakk, tí teir skulu tryggja okkum grøna orku, verða afturstig og forargilsir. Tvørligt er frammanundan inni í býnum við allari bilferðsluni. Nú ber barasta av. Parkeringsbásarnir fækkast eisini, meðan bilatalið veksur ógvusliga. Spurningurin er, um nøkur góð og vælumhugsað virkisætlan fyrilá, tá hol varð sett á hesar høvuðs- og síðuvegir. Tað er langt um at fara eftir tekningunum í býnum at døma. Vit leita dagliga eftir loysnum fyri tí skilagóða og grøna. Nú vit hava ljósu summarmánaðirnar ræður um at gera skjótt av, seta alt inn, áðrenn myrka tíðin tekur við aftur. 

Gongd í haga verður í løtuni tugt og tanlað. Men fáið nú ferð á rímiliga gongd í býnum. Tíðin hevur skund – alt hevur skund í dag.