Klumman: Hvølpalótir í Hvalba

Tað var okkurt við fornari boðsending, vit høvdu. Hvussu føroyingar bóru seg at, tá boð skuldu sendast úr einari oyggj í aðra. Regluligt postsamband og telefon var ikki, tá vit líta 200 ár afturum. Men ráð eru fyri næstan øllum. Føroyingar glaðaðu ella brendu vita, tá ringast stóð til

Poulina Slættanes
27. november 2020 kl. 09:15

Tað var okkurt við fornari boðsending, vit høvdu. Hvussu føroyingar bóru seg at, tá boð skuldu sendast úr einari oyggj í aðra. Regluligt postsamband og telefon var ikki, tá vit líta 200 ár afturum. Men ráð eru fyri næstan øllum. Føroyingar glaðaðu ella brendu vita, tá ringast stóð til. Men skjútsferðirnar við embætisbrøvum úr Havn, hvussu tvørligar vóru tær ikki? Donsku embætismenninir vóru ómenniskjansligir, og føroyingar, ið skjútsaðu, vórðu bara sjúgvaðir avstað. Skyldu at skjútsa høvdu føroyingar úr fjøldini millum 15 og 55 ár. Eingin vágaði sær at mótmæla, annars var revsingin vís. Mangan vóru ótespilig líkindini millum oyggjarnar. Tað hevur ikki verið gaman at standa við stýrisvøl, tá brimið bar stórar klettar langt upp á møl, sum Fríðrikur Petersen vil vera við í “Eg oyggjar veit”, yrktur í 1877. Okkara tjóðsangur einaferð, men ikki longur.

Hesir tannáringarnir skiltu ikki ordiliga, at mítt ættarlið vaks upp uttan at hava aðra telefon enn hana, ið stóð á einum borði við leidningi í vegginum. Tey skiltu ikki, hvussu man kundi gera avtalur, tá ikki bar til at senda vinfólkunum eini sms-boð.

“Skal so væl siga tykkum, at vit dugdu at bestemma okkum í góðari tíð, tá vit skuldu okkurt. Vit møttu stundisliga, tá vit høvdu eina avtalu”. Haldi, tey hugdu nokk so forfard upp á meg, sum um, at “nú skal hon”. So eg helt bara fram í sama lag. “Og tá vit vóru saman við okkara vinfólkum, tosaðu vit við hvønn annan, sum vóru har í staðin fyri at sita og sms´sa við tey, sum ikki vóru har! Og teldu høvdu vit so yvirhøvur ikki og høvdu ongantíð hoyrt nakað grett um tað heldur. Filmar, sum gingu í biografinum, vórðu lýstir í bløðunum, ið fólk fingu við postboðnum ella lósu tað á ljóspelunum. Skúlatingini skrivaðu vit í eina lummabók, og tað riggaði altíð. Nær hon ella hann hevði føðingardag, sóu vit í poesi- og vinabólkum, ið sum oftast varð skrivað vandaliga í. “

“What, ert tú so gomul ?” læt í einari samkennandi. Andlitsbragdið avdúkaði okkurt slag av “sum tað var synd í tær”. Har var eg slett ikki, tað var eitt frávik í míni upprunaligu ætlan. Ætlaði als ikki, at tey skuldu harmast um, at eg í uppvøkstrinum hevði verið so avskorin frá hesum framkomnu hentleikum, sum tey hálovaðu.

Frægast bara at síggja út sum ein ordiliga gomul skrukka. Og hví steðga her, nú góða samskiftið gekk so strúkandi ?

Tá vit riggaðu tíman av, helt eg tað vera hóskandi at fortelja teimum um ta tvørligu ferðina, tá fútin hevði eitt skundbræv til Hvalbiar á sinni. Skjútsarnir í Havn fingu brævið og gingu um Kirkjubøreyn. Har fingu skjútsarnir í Kirkjubø brævið at skjútsa í Sandoynna. Teir settu upp í Skopun, ið enn ikki varð bygd, og við tann spentarál heim á Sand. Har søgdu heimasandsmenn, at teir ikki høvdu skjútsskyldu men dalbingar. So til Dals við skundbrævinum og so í spreingisgongu aftur til Skopunar, har báturin bíðaði. Dalbingar fóru til árar og settu upp í Hvalba við tí trúnaðarliga, forseglaða brævinum til prest. Prestamadamman tók væl ímóti tiltuskaðu dalbingunum og bjóðaði ein bita og flógva mjólk. Kaffi vistu tey einki um; tað var fyrstu ferð bryggjað um jóltíðir í 1835, sambært Hans Marius Debes.

Madamman í Leirum spurdi um tíðindi norðanfjørðs rímiligvís. Meðan prátið gekk - hvussu lystiliga er ilt at vita, koma tvær hálvvaksnar døtur hjá presti yvirkátar inn í roykstovuna, klappandi og findarglaðar: “Mamma, mamma, tíkin hjá fútanum hevur lagt. Nú fáa vit lítla hundahvølpin!”

Hetta vóru eini “neyðsynjarørindi” fyri ikki 200 árum síðani. Gonguferð til Kirkjubøar, kirkjubømenn til árar til Skopunar, gonguferð til Sands. Heimasandsmenn til Dals og dalbingar til Hvalbiar, har teir lógu veðurfastir í 14 dagar.

“Hatta er curling”, læt í einari “longu uppfunnið tá? ”

Var tað fyri alt tað dalbingar, ið uppfunnu orðatakið “Smá eru kvinnuørindi? ”, læt í einum dreingi.

Ikki gott at vita !