Klumman: Visjón 2015

Tað var í 2007, at ABC samgongongan (2004-2008) fekk álitið, Visjón 2015, MÁL og VEGIR, frá 13 visjónsbólkum. Setningurin var at orða stavnhald og mannagongdir, ið skuldu gera Føroyar til heimsins besta land at búgva í í 2015. Og hví ikki?

Karin Kjølbro
17. september 2020 kl. 12:08

Tað var í 2007, at ABC samgongongan (2004-2008) fekk álitið, Visjón 2015, MÁL og VEGIR, frá 13 visjónsbólkum. Setningurin var at orða stavnhald og mannagongdir, ið skuldu gera Føroyar til heimsins besta land at búgva í í 2015. Og hví ikki? Vit, sum her búgva, vita, at tilfar og møguleikar eru til tað. 130 fólk høvdu skrivað 250 blaðsíður. Vit sóðu ein kátan løgmann, ið var sera hugtikin av úrslitinum, sum skuldi brúkast sum manualur, har landsstýrisfólk, skúlar o.o. bara skuldu krossa av, so hvørt setningurin á ymisku økjunum var rokkin.

Niðurstøður og tilmæli vóru mong. Minka vakstrarhúsgassið og oljunýtsluna. Tveir undirsjóvartunlar og bert sjey kommunur. Sjómansfrádrátturin skuldi avtakast. Føroyar limur í EFTA og WTO. Sendistovu í USA, konsulat í Grønlandi, Atlantsflog og Føroya Tele skuldu einskiljast. Hetta er bert ein brotpartur av niðurstøðunum.

Tað, sum serliga fall mær fyri bróstið, eru nøkur grundleggjandi álvarsmál, sum ikki eru nevnd í (paradís)álitinum frá 2007.

Hesaferð skulu bert nevnast: deyðsvanlukkur undir arbeiði í Føroyum. Tær vóru eisini, áðrenn visjón 2015. Vit hava leingi havt met, sammett við grannalondini. Vit fingu í somu KVF-sending nýliga at vita, at álvarsomu hendingarnar aloftast hava nakað við maskinur at gera, eins og vit fingu at vita mikla munin á at koyra fullan og tóman lastbil/dumpara. Vit vórðu mint á eina syndarliga vanlukku, tá ungur útiseti - nýfluttur til Føroyar fyrsta dag fór til arbeiðis, nevniliga at lossa í Tórshavnar Havn, og lat lív. Kanningar vístu aftaná, at sjey viðurskifti ikki vóru í lagi við arbeiðsumstøðunum, og revsingin bót (40.000kr.) Ein 58 ára gamal nevndi ræðandi uppliving, tá hann fyrsta dag fór at lossa. Hann valdi at fara til hús aftur. Vit fingu at vita, at Arbeiðs-og Brunaeftirlit landsins hevur sjey mió. at arbeiða við.

Sambært arbeiðsumhvørvislógini, sum er dagførd í 2017, hevur arbeiðsgevarin høvuðsábyrgdina av trygdini. Sum heild sær lógin væl út, og landsstýrismaðurin er ovasti fyristingarligi myndugleikin, og Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við, at ásetingar við heimild í lógini verða fylgdar. Revsingin fyri at bróta lógina kann umframt bót, verða hefti ella fongsul. Bara higartil í ár eru trý fólk deyð av arbeiðsvanlukku. Bæði nú og fyrr eru lastbilar/dumparar ofta partar av vanlukkuni. Ivaleyst minnast summi, hvussu illa stóð til við ferðsludrápum í Føroyum í 1970- og1980-unum. Ráðið fyri Ferðslutrygd fór tá til verka saman við myndugleikum okkara og orðaðu eina nullhugsjón-strategi. Deyðstølini lækkaðu, og fyrrárið eyðnaðist fyri fyrstu ferð í 50 ár, at ongin doyði í ferðsluni tað árið, hóast bilpark og ferðsla bara eru økt. Tølini eru ikki nóg góð enn, men her átti at verið møguligt at fingið íblástur til, hvussu farast kann fram m.a. við arbeiðsumhvørvishugburði og arbeiðsumhvørvismentan. Skulu vit javnmetast við grannalondini á hesum øki, so siga tølini ein deyðilig arbeiðsvannlukka fjórða hvørt ár í mesta lagi.

Og nú frætta vit, at lastbilar skulu koyra við 300.000 rúmmetrum av gróti úr Sandstunnilinum yvir Gomlu Rætt gjøgnum Havnina til Hvítanesar og gjøgnum Skálafjarðartunnilin og til Runavíkar. Koyrast skal eftir Ringvegnum, har skúlin á Fløtum og Glasir liggja. Har er frammanundan ovurstór ferðsla, samstundis sum gangandi og súkklandi børn og ung skulu í og úr skúla. 

Vit, sum búgva fram við Argjalandinum, fylgdu dag og nátt í drúgva tíð við grótbátum av Glyvursnesi til Skansakajina og Ytra Mola. Noyðast vit ikki at gera á sama hátt millum Gomlu Rætt og Skálafjørðin? Víst eru grótbátar ikki ljóð- og kostnaðarleysir, men heldur tað, enn at fleiri árgangir av børnum, ungum og lastbilførarum í Suðurstreymi og í Runavík eru í dagligum lívsvanda. Heldur ikki sampakkar hesin lastbilaflutningur við Tórshavn sum súkklubý, sum vit hava hoyrt so nógv um í seinastuni.