Klumman: Yvirgangur

Seinastu vikuna eru brotsverk farin fram, sum hevur fingið meg at steðga á og hugsa um standin. Fimm fólk dripin í Kongsberg av einum manni, og ein politikari dripin í London av einum øðrum manni. Í báðum førum tosar løgreglan um møguliga yvirgangsatsókn. Tá eg hoyri slíkt, komi eg at hugsa um, hví tað er so neyðugt altíð at draga terrorismu inn í ræðuligt brotsverk framd av einstaklingum

Marna Jacobsen
22. oktober 2021 kl. 14:44

Seinastu vikuna eru brotsverk farin fram, sum hevur fingið meg at steðga á og hugsa um standin.

Fimm fólk dripin í Kongsberg av einum manni, og ein politikari dripin í London av einum øðrum manni. Í báðum førum tosar løgreglan um møguliga yvirgangsatsókn.

Tá eg hoyri slíkt, komi eg at hugsa um, hví tað er so neyðugt altíð at draga terrorismu inn í ræðuligt brotsverk framd av einstaklingum. Og mær so líkt fór eg at gugla fyri at finna definitiónina upp á terrorismu.

Orðið er úr latíni og merkir at spreiða ræðslu um seg, og ongin kann vera ósamd í tí, at slíkar gerðir eru ræðsluvekjandi. Tori eg aftur at fara til handils, fari eg ikki at hyggja eyka nógv rundan um meg fyri at vita, um onkur ørvitisligur persónur stendur og lúrir og ætlar at gera seg inn á meg? Ella torir politikarin aftur at halda veljarafundir óvardur, ella skal hann aftur um verjuglas fyri ikki at verða skotin ella stungin?

Jú, persónurin, sum hevur framt gerðina, hevur rokkið tað, hann vildi: at spreiða ræðslu rundan um seg. Men er hann terroristur?

Í ár vóru friðarheiðurslønir Nobels givnar tveimum journalistum, Maria Ressa úr Filipsoyggjunum og Dmitrij Muratov úr Ruslandi. Murtaov er leiðandi ritstjóri á blaðnum Novaja Gazeta, sum byrjaði sítt virksemi í 1993. Blaðið er ein torn í eygað á myndugleikunum, og síðan tað byrjaði, eru seks av teirra journalistum blivnir dripnir fyri at skriva opið um korrupsjón, løgregluharðskap, ólógligar handtøkur, valsvik og mangt annað í russiska samfelagnum. Tað eru 15 ár síðan í hesum mánaði, at Anna Stepanovna Politkovskaya, ein av journalistunum á sama blaði varð dripin. Hon var kendur kritikari av, hvussu russiska stjórnin við Vladimir Putin á odda fór við landspartinum Chechnya, og eg hugsi við mær, hvør er terroristur her? Er Russland eitt terrorregimi? Er russiska trygdartænastan FSB? Er Chechnya? Ja, tað veldst helst um, úr hvørjum sjónarhorni vit hyggja. 

Aftaná álopið á tvíburatornini vóru fleiri felagsskapir, sum ikki høvdu verið har áður, settir á yvirgangslista hjá ST, EU og USA. T.d. FARC í Kolumbia, PMOI í Iran og HAMAS í Palestina. Men sum sagt, tað veldst um sjónarhornið, FARC og HAMAS eru har enn, men í 2009 tók EU iranska felagsskapin PMOI av listanum, og í 2012 tók USA tey av listanum. So um tú vilt vita nágreiniliga, so mást tú fylgja við á almenna listanum hjá EU, har tú sært, hvørjum tú skalt verja teg fyri beint nú. Hetta skrivi eg sjálvandi ikki, tí eg haldi at tað er tvætl alt samalt, men tí at í alheimspolitikki er so mangt stýrt av hykli, tí hvørjum havi eg brúk fyri beint nú?

Sum so mangan áður, tykist tað vera vónleyst at finna eina endaliga definitión av terrorismu, men í flestu definitiónum av terrorismu, hevur hon eitt politisk endamál. Tað tykist mær í summum førum eitt sindur ov lættkeypt. Kunnu hesir einstaklingarnir, sum finna upp á slíkar ræðsluvekjandi gerðir kanska ikki eisini vera eitt offur fyri minkandi resursum á psykiatriksa økinum, nei, eg veit ikki, men ofta eru tað sinnisveik fólk, sum hava gingið í einingi og grillisera yvir sína miserablu tilveru í mong ár, sum knappliga bresta og lata hatrið skola út yvir onnur. Hatur til kvinnur, vinstravend, islamistar, skúla, politikarar, jødar, abortviðhaldsfólk, asiatar, latínamerikanarar, upprunafólk av øllum slagi. Hví gerast fólk so altrá eftir at revsa onnur?

Nei, tað er ikki til at siga, men eg veit, at nakað sovorðið sum inflatión kemur mangan í málið, summi orð verða tugd og tanlað alla somlu tíðina í miðlunum, Ein yvirgang var hvør hanus og janus stressaður, og tað, sjálvt um tann, sum hevði havt strongd, visti, at tað, sum fólk flest hildu vera strongd á ongan hátt kundi samanberast við veruliga strongd. Í dag í hesum koronatíðum er orðið at vísa samfelagssinni tugt og tanlað av Mette Frederiksen, forsætisráðharrinnu, til dømis. Hon heitir altíð á danir um at vísa samfelagssinni og lata seg koppseta. Her hjá okkum tosa vit um at taka atlit til felagsskapin, í hvussu er inni á Facebook, sum eftirhondini er mest siteraði miðilin í landinum, í hvussu er í GMF í kringvarpinum. Og terroristur, jú, hann verður havdur á lofti í nærum øllum førum, har harðskapur verður framdur í almenna rúminum.

Komi at minnast nakað, sum ein lærari, eg hevði í norrønum einaferð segði: Um vit øll siga, at vit elska ella hata rullupylsu, hvussu skulu vit so málbera okkum, tá vit skulu greiða frá veruligum kærleika ella hatri?