Klumman: Íblástur

Eg veit ikki hvat eg skal skriva um. Eg orki ikki ella tími ikki at hava meiningar um nakað sum helst longur. Eg veit ikki um tað er komið knappliga ella sníkjandi – eins og aldurin, sum sníkir seg inná teg uttan at tú varnast tað, og sum tú knappliga verður mint á, tá tú hittir ein tú gekst í miðnámsskúla við og ikki hevur sæð í fleiri ár. Tú minnist hann sum ein av flottastu sjeikunum í býnum, nú er hann...

Súsanna Tórgarð
28. januar 2021 kl. 15:10

Eg veit ikki hvat eg skal skriva um. Eg orki ikki ella tími ikki at hava meiningar um nakað sum helst longur. Eg veit ikki um tað er komið knappliga ella sníkjandi – eins og aldurin, sum sníkir seg inná teg uttan at tú varnast tað, og sum tú knappliga verður mint á, tá tú hittir ein tú gekst í miðnámsskúla við og ikki hevur sæð í fleiri ár. Tú minnist hann sum ein av flottastu sjeikunum í býnum, nú er hann ein tilkomin, gráhærdur maður, sum fortelur at orsøkin til, at hann gongur við stavi er, at knøini bæði er skift út - aja, man er komin í reparatiónsaldurin, sum hann málber seg.

Tú verður mint á, hvussu gomul tú ert, tá tú skal útfylla okkurt á netinum, har tú skalt upplýsa aldurin, og skalt skrolla niður eftir einari tíðarlinju, sum gerst longri og longri áðrenn tú rakar rætta árstalið – 1900 og okkurt ljóðar elligamalt. Tað løgna er, at aldur ella ”talið” verður meira og meira abstrakt sum tú eldist. Akkurát nær tað broytist veit eg ikki, men eg veit, at ert tú tannáringur ella fyrst í tjúgunum, so eru tey, sum eru omanfyri 30, longu gomul. So eg, sum nú verði skrásett í bólkinum 50+, eri elligomul í eygunum á einum tannáringi. Og hóast eg dagliga eri saman við ungum fólki, og mangan kann kenna meg at hava nógv til felags við tey, so ivist eg stórliga í, um tey hugsa tað sama um meg.

Nå, tað var ikki aldur eg skuldi hugleiða um, meira hetta at eg onkursvegna ikki veit hvat eg skal skriva um hesaferð. Eg royni av øllum alvi at finna íblástur onkrastaðni, uttan úrslit.

Kundi sjálvandi mannað meg upp til eitt rimmar orðaskifti um ávaringarnar frá myndugleikunum um, at kriminaliteturin og keyp og søla av hørðum rúsevnum er vaksandi í Føroyum, men eg orki ikki – kenni meg máttleysa og hjálparleysa, tá eg hugsi um okkara ungu, sum eru úti í náttarlívinum. Eg royni at skúgva tankarnar um hetta til viks, stongi hurðina væl og virðiliga um kvøldið, áðrenn eg krúpi undir dýnuna – og vóni at tey, sum royna at gera okkurt við hesa óunniligu støðuna, megna at gera tað.

Og eg kundi skriva ein langan lestur og øst meg upp í skúm, um tøgnmentanina, sum valdar her á landi, tá fakbólkar á ymiskum økjum, varpa ljós á óreglusemi og væntandi fakkunnleika, og verða møtt við niðurgerandi orðum og tøgn frá avvarandi myndugleikum, heldur enn støðutakan, viðgerð og royndir at loysa ósemjur.

Og eg kundi hugsað mær at skrála, tá tungu og álvarsomu andlitini á ávísum politikarum koma á sjónvarpsskíggjan, sum hava skrivað undir uppá at tað er ikki loyvt at verða ósamd og viðgera etisk mál í samgonguni. Sum brúka allar sínar kreftir til at stúra og lúra, hótta og formana, og sum hava tiltuskað sær ognarskapin til orðið glíðibreyt – ein glíðibreyt, sum áður í hugaheiminum hjá bæði børnum og vaksnum, myndaði eina spennandi, kitlandi ferð, er nú vorðin ein breyt, sum førir lúkst niður til heljar!

Jú, her er nógv at viðgerða og taka støðu til – men eg hvørki orki ella tími beint nú. Er tað januar máttloysi, sum ger um seg? Ella eri eg kanska vorðin troytt av alla tíðina at verða noydd til og mint á, at eg skal hava eina meining um alt?

”Tú hevur fyri nøkrum døgum síðani keypt í nethandli okkara, tað hevur stóran týdning fyri okkum, at hoyra tína meining um okkara tænastu”…Harragud, tað var ein dunkur av sjampo fyri 45 krónur!!

”Vinaliga gev tær tíð at svara nøkrum spurningum viðvíkjandi tænastustøði okkara, tað tekur einans fimm minuttir, og tú hevur møguleikan at vinna eina iPhone”…eg skoyti ikki um eina iPhone!!

Eg gevist. Sløkki telduna, tendri útvarpið, og komi beint inná sendingina Credo, sum hesaferð er ein samrøða við unga listakvinnu. Hon hugleiðir um trúgv, um hugtakið tey og hini, um iva, tøgn og ótta, og um at seta orð og tónleik á sínar kenslur og tankar. Ein so sera inspirerandi samrøða, eg fái nýtt mót uppá tilveruna og januar tunglyndi lættir sær á eina løtu. Kæri lesari, legg hesa klummuna frá tær, far á netið og lurtað eftir hesum kveikjandi hugleiðingunum.

Sólin skínur, allar fagrasta kavaveður – eg fari út!