Klumman: Poddvarp

Eg havi leingi brúkt hendan miðilin at lurta eftir. Millum annað er tað gleðiliga hent, at serliga kvinnur hava funnið hendan miðilin sera brúkiligan til sín tørv at sleppa til orðanna. Og tað er gott

Marna Jacobsen
1. juli 2021 kl. 15:00

Podcast eitur tað á útlendskum og poddvarp á føroyskum. Eitt orð, sum hevur funnið seg væl til rættis í málinum.

Eg eri pendlari – enn – og eitt, eg brúki nógv at stytta mær stundir við, ímeðan eg koyri tey trý korterini til Havnar, er tónleikur ella poddvarp.

Onki ilt um Góðan morgun Føroyar og alt, tey fortelja okkum har, men viðhvørt hevur tú kortini hug at fordjúpa teg í onkrum meira lødigum.

Eg havi leingi brúkt hendan miðilin at lurta eftir. Millum annað er tað gleðiliga hent, at serliga kvinnur hava funnið hendan miðilin sera brúkiligan til sín tørv at sleppa til orðanna. Og tað er gott. 

Eg havi higartil abonnerað upp poddvarp sum til dømis Bogfolk hjá Politiken, Om søndagen græder vi hjá Helle Joof og Marie Tuxen, sum tosa saman sunnumorgun, og tað uttan mun til, um tú hevur timburmenn, sunnudagsblús ella bara hevur brúk fyri at flenna. Uppskriftin hjá teimum, fyri at gera dagin betri, er fyrigeving, einsemisburturrakstur og salt. Ja, skil tað hvør ið vil, men stuttligt er tað. So er tað tær meira álvarssomu You and me both, har Hillary Clinton tosar um seg sjálva ella við onkran annan um mál, sum hon heldur hevur týdning. So er tað The Michelle Obama Podcast, har Michelle greiðir frá sínum lívsroyndum. Mær dámar betur Hillary, meira saft og kraft er í henni.

Poddvarp tók dik á seg seinast í 2004, og nú hava føroyingar endiliga varnast hendan miðilin av álvara. Vit kenna øll skemtipoddvarpið Amatøroyar, men har eru fleiri komin aftrat, føroysk poddvarp eru um bøkur, list, átrúnað, pengar, kropsfatan og mangt annað.

Hesa seinastu tíðina havi eg varnast fleiri kvinnuvørp, sum eg kann stytta mær stundir við í bilinum, til dømis Verkavarpið, sum Elisa Vang ger fyri Føroya Arbeiðarafelag, Javnstøðubrillur, har Óluva Zachariassen ger poddvarp fyri Javnstøðunevndina og Demokratia, Kvinnubrot, har Birita Jacobsen tosar við kvinnur á arbeiðsmarknaðinum og poddvarp hjá Duritu Holm, sum eru á enskum, tí hon sum oftast tosar við ensktmælt fólk, hetta byggir á mindfullness, og at tora at liva við okkum sjálvum og øðrum og í semju við náttúruna. Poddvarpið hevur nógvan íblástur frá indiskari filosofi, um eg ikki fari heilt skeiv.

Ein stórur trupulleiki við summum poddvørpum er ljóðgóðskan, og av tí at eg siti í bili, gerst tað enn týdningarmeiri, at ljóðgóðskan er góð. Eg havi ikki bil, sum spinnur eftir landsvegnum, nei, mín brummar harðmæltur, og tí kann tað lættliga gerast so, at eg ikki hoyri annan partin nóg væl, serliga tann partin, sum verður spurdur.

Einaferð skrivaði Toni Liversage eina bók, sum eitur At erobre ordet, har hon greiðir frá søguni hjá arbeiðarakvinnunum í USA og Europa. Í poddvarpunum, sum nú eru gjørd, eru ikki so nógvar arbeiðarakvinnur slopnar framat, men tað kemur kanska – vónandi. 

Eg eri sjálvandi glað um, at so nógvar kvinnur hava tikið hendan miðilin til sín. Onkrar hava verið á skeið fyri at læra seg at gera poddvarp, meðan aðrar hava lært seg sjálvar.

Duritu Holm kenna vit øll sum konubrot, og nú er hon eisini blivin mindfull, og tað er ikki verri. Eg lurtaði eftir samrøðuni, hon hevur við Anniku Hoydal, ein morgunin, eg var á veg heim úr arbeiði, og hon var væl frágingin. Eg fekk eina rúgvu at vita um Anniku, sum í grundini var nokkso nýtt fyri mær, tí Durita dugir at fara inn um skalið og fær Anniku at tosa um, hvussu hon kemur fram til sínar lívsáskoðanir, og hvat tað man vera, sum hevur havt ávirkan á, hvussu hon fatar lívið.

Birita Jacobsen, sum kallar sítt poddvarp kvinnubrot, tí henni ikki dámar so væl konubrot, hevur eina samrøða við Mai Laksáfoss Simonsen, sum er forkvinna í Javnstøðunevndini. Hon greiðir frá um sína starvsleið, men mest um at vera forkvinna í Javnstøðunevndini. Og eg, sum ætlaði mær at vera ósamd við hana upp á forhond, noyddist at sanna, at hon mangan hevði grein í sínum máli. 

Elisa Vang hevur fokus á arbeiðarastættina. Hon ger jú poddvarpið fyri Føroya Arbeiðarafelag, og samrøðan, hon hevur við Ingeborg Vinther, er góð og upplýsandi, har Ingeborg sleppur at siga, at hon heldur, at fakfeløgini eru alt ov kúrr, og at vit mugu kunna okkara børn og ungu betur um arbeiðararørsluna og hvørjar sigrar, hon hevur vunnið upp gjøgnum árini. Ingeborg er karismatisk, ja, tað endar við, at Elisa bannar, so ivrig verður hon eftir at geva Ingeborg fullkomiliga rætt í tí, hon sigur. Gott poddvarp við engageraðum spyrjara. Og so vardi samrøðan allan túrin til Havnar!

Demokratia og Javnstøðunevndin hava eisini tikið við hesari poddvarpsdilluni, tíbetur, tí kanska hetta fer at fáa boðskapin um javnstøðu út til eitt annað slag av fólki. Fyrsta samrøðan er við Hans Andrias Sølvará um, hvør eru umboðað í søguskriving. Sera áhugavert, eg fekk eina rúgvu at vita um sjálvt søguhugtakið, hvør skrivar, fyri hvønn og við hvørjum endamáli. Vit mangla tað sosialu søguna í Føroyum sigur Hans Andrias, og er tað ikki júst tann søgan, har millum annað kvinnurnar hava stóran leiklut? Næsta poddvarpið er longu komið, har Eydna Skaale fer at tosa um retorikk í javnstøðubrillum, tað verður til túrin mánamorgunin, um Gud vil.