Knívar eru vandamiklir fyri ruskmenn

Tað kemur fyri, at hvassir lutir verða koyrdir í vanliga ruskposan, og morgun kundi ein ruskmaður stungið seg av einum knívi. Brennistøðin ger vart við, at hetta er ikki í lagi

Steinar Patursson
23. mars 2023 kl. 14:53

Kommunala Brennistøðin minnir fólk á, um ikki at lata hvassar lutir, so sum knívar og annað, í ruskposan. Í morgun stakk ein knívur úr einum ruskposa í Sámalsgøtu.

Í morgun varnaðust ruskmennirnir ein knív stinga úr einum ruskposa. Posin varð sjálvandi ikki tikin og ruskmennirnir hava gjørt vart við, at teir taka fyribils ikki rusk aftur av adressuni.

Brennistøðin ger vart við, at hetta er ikki í lagi, tí ruskmennirnir kunnu fáa stórt mein av tílíkum.