

Lestrarbókin hjá Bernhardi er nú komin aftur til heiðurs og æru. Bernhard Magnussen var deknur og organistur í Kollafjarðar kirkju í 38 ár.
Lestrarbókin er frá 1908, men síðan 1938 hevur hon verið á langari ferð ímillum loft og væðingar, áðrenn hon, rivin og slitin, nærmast av tilvild endaði í hondunum á einum gøtumanni, skrivar Tórshavnar Býráð.
Hesin gøtumaðurin læt einum fuglfirðingi hana, og hann setti hana í stand og hevur nú latið kollfirðingum hana aftur.
Í samband við kollafjarðardagarnar varð eitt serligt tiltak á Kollafjarðar bókasavni í gjárkvøldið, har gamla lestrarbókin hjá Bernhardi Magnussen varð handað Fornminnisfelagnum.
Bjarni Djurholm og Petur Martin Petersen úr Fuglafirði greiddu frá um Bernhard og um hesa serligu lestrarbókina.
Tórshavnar Býráð skrivar.
Bernhard búði í íbúðini í skúlanum frá 1890 til 1931. Og í dag eru bæði skúlin og íbúðin fornminnissavn. Sostatt kemur lestrarbókin aftur í sama bygning, har hon var frá frá fyrstan tíð.
Søgan um, hvussu lestrarbókini endaði aftur í Kollafirði, er serstøk. Petra, ein dóttir Bernhard, giftist til Fuglafjarðar við S.P. Petersen, vanliga nevndur Pidd.
Hon fekk lestrarbókina eftir at pápin var deyður. So gingu ártíggju. Petra doyði í 1986. Tá endaði bókin í Syðrugøtu hjá dóttrini, Hjørdis, sum var gift við Oddfríða Gregersen.
Hjørdis og Oddfríður fingu tríggjar synir, Atla, Páll og Regin.
Tá ið Hjørdis og Oddfríður vóru deyð, vórðu húsini tømd. Bókin endaði tá hjá Pálli, sum ivaðist í, hvat hann skuldi gera við hana. Hann lat tí bókina til Petur Martin Petersen í Fuglafirði, sum eigur ótal av bíblium, lestrarbókum, og øðrum,sum hann samlar uppá.
Á eini familjustevnu á Strondum, vóru bæði lestrarbókin og myndin at síggja við tað, at Petur Martin hevði lænt Pálli bókina til høvið.
Tá hugsaði Páll, at kanska skuldu bókin heldur verið í Kollafirði. Og Petur Martin vildi lata bókina til savnið í Kollafirði, treytað av, at savnið vildi hava hana.
Og í gjárkvøldið varð so gamla lestrarbókin handað kollfirðingum á bókasavninum.
Páll var burturstaddur, so bróðurin Atli Gregersen handaði bókina, sum bygdarsavnið nú fer at vísa fram saman við gomlu urguni hjá Bernhardi Magnussen, sum savnið eisini hevur í varðveitslu.
Bjarni Djurholm greiddi stutt frá um langabban Bernhard, sum varð føddur á Strondum í 1861. Hann gjørdist lærari 23 ára gamal í 1884 og var í fimm ár í Hvalvíkar sókn, áðrenn hann í 1890 flutti til Kollafirðar, har hann giftist Oliviu Johannesen á Todnesi.
Bernhard kom fyri tí óskiljandi vanlagnu at missa allar fýra beiggjarnar, sum gingu burtur sama dag, 8. februar 1889. Hetta var meðan hann var lærari í Hvalvíkar Sókn. Tvey ár frammanundan doyði systurin Súsanna, einans 20 ára gomul – hon sat og seymaði sær brúðarkjólan, tá hon brádliga datt um og var deyð.
Tríggir aðrir menn gingu burtur sama dag sum brøðurnir. Tveir vóru systkinabørn Bernhard og hin var pápi teirra.
Bernhard var sostatt raktur av sorg, sum fyri flestu man vera óskiljandi. Men fyri at fóta sær var alt álit lagt í hendurnar á Honum, sum øllum valdar.
Trúgvin var grundvøllurin og virðingin fyri kringumstøðunum gjørdi, at hvør dagur varð byrjaður við bøn og hvørt kvøld endað við tøkk. Kærleiki og tryggleiki høvdu avgerandi týdning í gerandisdegnum.
Bernhard var sum nevnt bæði deknur og organistur. Tað var hann í heili 38 ár. Hann var sera stillførur maður. Hann tosaði lítið og einki um ta vanlagnu, sum hevði rakt hann og hansara familju.
Bernhard hevði mong álitisstørv. Hann var formaður í forstandarskapinum fyri felagskommunurnar í Norðstreymoy frá 1898, og formaður í nýstovnaðu Kollafjarðar Kommunu frá 1913 og aftur frá 1918. Harafturat var hann í mong ár fastur limur Norðstreymoyar valnevnd.
Bernhard var avhaldsmaður og var ein av stovnarunum av Kollafjarðar Totalavhaldsforeining.
Í 1931 fór Bernhard úr lærarastarvinum. Hann og Olivia høvdu bygt sær sethús beint uttanfyri skúlan. Tilfarið av húsunum var av hvalastøðini á Sperm á Signabø. Tey búleikaðust har restina av ævini.
Heimið við Sjógv, bæði í skúlanum og so í nýbygdu sethúsunum, vóru opin fyri øllum sum tørvaðu. Bernhard andaðist 19. november í 1938 aftaná stutta sjúkralegu. Olivia andaðist 22. februar 1943.
Í desember 1949 samtykti Kollafjarðar Kommuna at keypa sethúsini hjá Bernhard Magnussen til lærarahús.
Niels Pauli Djurholm var tá vorðin fyrstilærari og varð búgvandi í húsunum. Niels Pauli var eisini kommunuskrivari, so húsini blivu eisini kommunuskrivstova, og vóru tey tað til ársbyrjan 1971. Har var eisini eitt slag av bókasavni – og var ljós undir lonini, so var opið.
Fyrst í sjeytiárunum samtykti Løgtingið, at kommunurnar ikki longur skuldu halda fyrstulærarum/skúlastjórum tænastubústað. Flestu kommunurnar seldu tí húsini, mong teirra til lærararnar, sum búðu har.
Niels Pauli keypti tí húsini við Sjógv í 1976. Soleiðis komu sethúsini, sum Bernhard lat byggja í 1930, aftur í familjuna.