“Kom bara inn, eg skal ikki gráta” - Seinasta sýning verður í Reinsarínum 25. mai

Seinasta sýningin av einmansleikinum “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” verður í Reinsarínum 25. mai klokkan 20

(Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
Tíðindaskriv
24. mai 2022 kl. 20:30

Einrøðuleikurin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” tekur støði í einum beiskum veruleika. Tá føroysk børn vórðu send einsamøll á sjúkralegu í Danmark. Tá føroyska familjan sæt einsamøll heima. Frá tíðini, tá heilsumál enn var danskt málsøki.  ​

Einrøðuleikurin bjóðar áskoðarum inn í eitt ókent landslag, har ein skuldi trúð, at allar brýr vóru brendar, har bara illgras vaks, men so er ikki. Og heldur enn brá av tómleika hoyrist vónleikur...  

Einrøðuleikurin hevur soleiðis eisini jørðildi í rákinum, sum gav andlit stoltleikans annan lit, sum millum annað felagið Javni og Sinnisbatið eru ímyndin av.  

Seinasta sýningin verður í Reinsarínum 25. mai klokkan 20. Atgongumerki eru til keyps á atgongumerki.fo.
Ikki seld atgongumerki kunnu keypast í Reinsarínum frá klokkan 19.30. 

Tað er Ria Tórgarð, sum hevur skrivað leikin, leikstjórna og pallsett.
Tónleik og ljóðmynd hevur Edvard Nyholm Debess staðið fyri. 
Hugskot, yrkingar og frásøgn er frá Jógvan Andrias Joensen. 

Leys Størv