Kommunan í Vilnius: Putin, Haag bíðar eftir tær

Tað er eingin ivi um, hvørjum íbúgvar í Vilnius hava samhuga við, tá tað kemur til stríðið millum Russland og Ukraina. Skeltið á kommunubygninginum í Vilnius sigur sín greiða boðskap og allastaðni í býnum síggjast ukrainsk fløgg

Putin, Haag bíðar eftir tær, stendur á kommunubygninginum í Vilnius (Mynd: Sigurjón Einarsson)
Sigurjón Einarsson
21. september 2022 kl. 16:36

(Vilnius)

Putin, Haag bíðar eftir tær.

So greiður er boðskapurin á kommunubygninginum í Vilnius, ið sipar til, at russiski forsetin, Vladimir Putin, skal fyri krígsdómstólin í Haag, fyri sínar krígsgerðir í Ukraina.

Og ferðast tú runt í høvuðsstaðnum í Litava, so síggjast ukrainsk fløgg allastaðni kring alt Vilnius, sum vísa, at býurin stendur saman við Ukraina.

Her eru nakrar myndir úr Vilnius:

Myndir: Sigurjón Einarsson