Kommunan ignoreraði týðandi skjal 

Tórshavnar kommuna breyt eina privata avtalu, tá býráðið samtykti at broyta byggisamtyktina fyri fríøkið við Sandá til byggiøkið.  Tórshavnar kommuna helt heldur ikki góðan fyrisitingarsið, tá hon viðgjørdi og broytti byggisamtyktina við Sandá í 2010 og 2011

Tíðindaskriv
20. september 2022 kl. 14:37

Tórshavnar kommuna breyt eina privata avtalu, tá býráðið samtykti at broyta byggisamtyktina fyri fríøkið við Sandá til byggiøkið.  Tórshavnar kommuna helt heldur ikki góðan fyrisitingarsið, tá hon viðgjørdi og broytti byggisamtyktina við Sandá í 2010 og 2011. 

Eitt týðandi skjal um sjálva útstykkingina á trøðni hjá Müller familjuni var nevnliga ikki við í viðgerðini. Skjalið nevnir tvey fríøki. Annað fríøkið liggur oman móti Sandá.   

Skjalið er tinglisið í oktobur 1975. Í skjalinum verður sagt, at “Øki til veg, bilstøðlar, frítt øki, spælipláss...verða beinanvegin, sum byggibúningin er lokin, at leggja út sum almenn ogn uttan endurgjald av nøkrum slagi.”  

Skjalið finst ikki   

Ein advokatur hjá Áhugabólkinum og ein eftirkomari hjá Müller familjuni høvdu í juni fund við embætisfólk í kommununi. Í fundarfrásøgnini verður sagt, at skjalið var við í viðgerðini.

Men hvussu kann eitt skjal hava verið viðgjørt, tá tað ikki finst í málinum ella í skjalagoymsluni hjá kommununi? Fulltrúin, sum fann innlitið fram til áhugabólkin váttar, at skjalið finst ikki.  

Mótmælisfólk gjørdu vart við skjalið   

Tað umrødda skjalið, sum Áhugabólkurin og løgfrøðingar halda vera sera týðandi, er tó nevnt í viðgerðarhøpi. Tá umboð fyri tey 245 fólkini á Argjum, sum skrivliga mótmæltu staðsetingini í 2010, høvdu fund við býarfyrisitingina, vístu mótmælisfólkini til skalið. Eitt fotokopi finst eisini av forsíðuni, sipað verður til skjalið í innlitinum, men sjálvt skjalið finst ikki og býráðslimir tá kenna tað ikki.  

Tekniska leiðslan og byggileiðslan í Tórshavnar kommunu valdu sostatt at ignorera skjalið, tó at tey vóru gjørd varðug við tað. Harvið fingu býráðspolitikkarar ikki allar neyðugu upplýsingarnar.  

Býráðslimir kenna ikki skjalið   

Limir í áhugabólkinum hava tosað við fýra fyrrverandi býráðslimir. Teir siga, at skjalið var IKKI við í viðgerðini. Tveir teirra siga harumframt, at hevði skjalið verið við, so hevði úrslitið verið eitt annað.   

Hetta merkir, at viðgerðin var ikki nóg neyv. Og “hvis en sag er utilstrækkeligt oplyst, kan det betyde, at afgørelsen må tilsidesættes som ugyldig” (Fólkatingsins Umboðsmaður).   

Áhugabólkurin heldur, at hetta álvarsamt. Um býráðið ikki ásannar, at mistøk eru gjørd, góðtekur tað, at brot er gjørt á eina privatrættarliga avtalu og fyrisitingarrættin. 

Eisini ger býráðið seg sekan í einum grefligum inntrivi í eitt frílendi við størstu ánna í høvuðsstaðnum á skeivum grundarlagi. Tað fara vit og komandi ættarlið at minnast sitandi býráðið fyri.   

Skjalið ikki sent Innlendismálaráðnum   

Eftir hoyringina, har argjafólk skrivliga mótmæltu, broyttist meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndini, frá einum samdum JA til eitt NEI. Men ein minst møguligur meiriluti í býráðnum samtykti tó at broyta byggisamtyktina, so fríøkið kundi umskipast til byggiøkið.   

Áðrenn ein byggisamtykt kann broytast endaliga, skal Innlendismálaráðið eftirkanna, at alt er farið rætt fram, og fær tí alt tilfarið frá kommununi um málið. Men í innlitnum, sum Áhugabólkurin hevur fingið frá Innlendismálaráðnum, er umrødda skjalið ikki við. Aftur eitt greitt tekin um, at skjalið var ikki við í viðgerðini í Tórshavnar kommunu.   

Biða Innlendismálaráðið ikki lurta eftir býarskipanarnevndini   

Áðrenn Innlendismálaráðið góðkennir broytingina, skal Býarskipanarnevnd Landsins eisini siga sína hugsan. Og nú var støðan tann, at ein meiriluti í Býarskipanarnevndini Landsins var ikki fyri at broyta byggisamtyktina fyri fríøkið við Sandá.  

Men tá skriva teir, sum sita ovast á teknisku deildini og byggideildini í Tórshavnar kommunu eitt langt bræv til Innlendismálaráðið, har teir biðja aðalráðið um IKKI at taka støðuna hjá Býarskipanarnevnd Landsins til eftirtektar.  

Innlendismálaráðið lurtaði eftir tveimum embætismonnum í Tórshavnar kommunu heldur enn Býarskipanarnevnd Landsins. Ein fulltrú staðfesti síðani ta broyttu byggisamtyktina fyri fríøkið við Sandá í 2011.   

Tórshavnar kommuna selir tað, ið latið varð henni  

Í tinglýsta partinum av umrødda skjalinum lata tey fýra børnini hjá Poul Müller kommununi fríøkið uttan endurgjald. Einasta treytin er, at kommunan heldur fríøkið viðlíka.  

Men uttan at tosa við gomlu eigararnar, ella eftirkomarar hjá teimum, broytir kommunan fríøkið til eitt byggiøki, og selir tað fyri 641.000 krónur til tey, sum vilja byggja eina kirkju á Argjum.  

Áhugabólkurin ivast ikki í, at skjalið um útstykkingina, sum er tinglisið 20. oktober 1975, og ikki er avlýst, er sera týðandi fyri viðgerðina og endaliga avgerðina at broyta byggisamtyktina. Tí eigur býráðið at taka málið upp aftur til nýggja viðgerð, tí ”… hvis en sag er utilstrækkeligt oplyst, kan det betyde, at afgørelsen må tilsidesættes som ugyldig…”  

Umboðsmaður Fólkatingsins um fyrisitingarrætt:  

Myndighederne har ansvaret for at oplyse en sag tilstrækkeligt, inden de træffer afgørelse – det er et grundlæggende princip i forvaltningsretten. Princippet kaldes oftest officialprincippet...    

Formålet med officialprincippet er at understøtte, at der træffes materielt lovlige og rigtige

afgørelser.  

Officialprincippet hører til de såkaldte garantiforskrifter, og hvis en sag er utilstrækkeligt oplyst, kan det betyde, at afgørelsen må tilsidesættes som ugyldig. Det kan også betyde, at sagen må genoptages, så de manglende undersøgelser kan blive foretaget.   

Áhugabólkurin "Varðveitið fríøkið við Sandá".