Einasti kommunulækni í føstum starvi á Tvøroyri, David Guðnason, fer nú í farloyvi.
Hann byrjaði í føstum starvi á Tvøroyri í mars í ár, og tað hevur gingið sum rótasúpan, at hann longu hevur sagt seg úr starvinum aftur. Tað hava fólk verið ógvuliga hørm um, tí hann er væl dámdur lækni.
Hetta avsannar, men hann sigur, at hann fer í farloyvi tann 1. desembur og at hann verður í farloyvi í eitt hálvt ár.
Orsøkin til, at hann fer í farloyvi er, at hann er pápi at einum pinkubarni og at barnsburðarfarloyvi hjá mammuni er við at vera liðugt. Tey eru í Havn, men tey fáa ikki dagstovnapláss til barnið og tí fer hann í farloyvi.
Tá verður bara ein kommunulækni í føstum starvi í Suðuroy, og tað er Dorrit Bech, sum er lækni í Vági. Annars eru fýra kommunulæknastørv í Suðuroy, men tað gongur illa at manna størvini.
Oftani hevur tað bara tveir læknar í føstum starvi, onkuntíð bara ein, so arbeiðsbyrðan er stór. Men í nýggjari avtalu er tað ásett, at kommunulæknar, sum søkja í Suðuroynni, fáa eitt sindur betri løn enn aðrastaðni.
Suðuroyingar vóna at tað fer at eggja læknum at søkja suður.
Annars hevur Heilsutrygd søkt eftir 10 kommunulæknum og tey fingu tríggjar umsóknir. Enn eru størvini ikki sett, men suðuroyingar vóna, at onkur av teimum hevur søkt eitt starv í Suðuroy.
Annars eru onkrir suðuroyingar undir útbúgving sum kommunulæknar og suðuroyingar vóna, at teir gera av at koma heim aftur.