Kommunurnar í Suðuroy mugu standa saman

Størstu avbjóðingina hjá Suðuroynni heldur nýggi borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, vera, at alt landið nú so at siga verður eitt samanhangandi meginøkið – undantikið Suðuroyggin. Tí er avgerandi neyðugt av álvara at byrja arbeiðið við einum Suðuroyartunli. Neyðugt er at kommunurnar í Suðuroynni standa saman og fáa landspolitikarar at skilja álvaran

Ingibjørg Berg
9. januar 2021 kl. 12:59

Hesaferð hevur Dimmalætting verið í Vági og tosa við borgarstjóran Bjarna Johansen; fíggjarligu avbjóðingarnar eru stórar, men kortini er nýggi borgarstjórin spentur uppá at byrja sítt fyrsta 4 ára skeið í Vágs býráði.

Hóast fyrstu ferð valdur í býráðið, so er hetta tó ikki fyrsta ferð Bjarni Johansen hevur stillað upp til býráðsvalið í Vági, og okkurt skeiðið hevur hann verið fitt inni sum varamaður. Hesaferð gjørdi hann tað øðrvísi undir valdystinum, at hann fór runt, bankaði á hurðar og tosaði beinleiðis við fólk um síni hjartamál, og tað tykist at hava gjørt munin.

Vágur er ein av teimum fáu kommununum í Føroyum, har stillað verður upp reint politisk. Í 2020 vóru 3 listar: Sambandsflokkurin við lista B, Javnaðarflokkurin við lista C og Tjóðveldi við lista E. Bjarni Johansen varð við 80 atkvøðum valdur inn fyri Javnaðarflokkin. Flokkurin fekk trý umboð, og kundi tí saman við Sambandsflokkinum, sum fekk 2 umboð, skipa samgongu.

Nýtt lívsskeið

Á býráðsfundi 21. desember 2020 skipaði nýggja býráðið seg við Bjarna Johansen sum borgarstjóra og Erhardi Joensen av lista B sum varaborgarstjóra. Bjarni Johansen er tí ikki bara nývaldur býráðslimur á fyrsta sinni, men hann fer beint í hægsta politiska starvið í kommununi.

Bjarni Johansen er økisleiðari fyri NET í Suðuroynni, eitt starv, sum hann komandi fýra árini fer í farloyvi frá. Hóast ikki heilt nýggjur í kommunupolitikki, so verður nógv nýtt at seta seg inn í, men hann er spentur og tekur við róligum sinni yvir eftir Dennis Holm, sum hevur verið borgarstjóri í Vági seinastu 8 árini.

- Nógv er hent í Vági seinastu árini, men tað hevur sín prís og setir sínar avmarkingar árini frameftir. Nógv orka er farin til at marknaðarføra Vág úteftir, nógvar íløgur eru gjørdar í upplivingarvinnuna fyri at draga ferðafólk og vitjandi til Vág. Hetta hevur eisini verið gott fyri fólkið, ið býr í Vági, sum eisini hava kunnað notið gott av tí, sum er gjørt. Men baksíðan er, at nógvar neyðugar uppgávur liggja á láni, t.d. eru vegirnir i ringum standi, og kloakkirnar eru ikki dagførdar. Ein kann siga, at fokus hevur verið á Vág úteftir, meðan vit meira hava gloymt Vág inneftir”, sigur nýggi borgarstjórin.

Mál og raðfestingar

Spurdur um, hvussu tað fer at vera at búgva í Vági um fýra ár, er Bjarni Johansen eitt sindur varðin at svara. Býráðið hevur akkurát skipað seg, og stundir eiga at vera til saman at kanna, hvat ber til og raðfesta í mun til átrokandi tørvin, sum er á fleiri økjum. Men hann er avgjørdur um, at um fýra ár fer Vágur at vera ein betri dagførd kommuna, og tí fer at vera betri hjá vágbingum at búgva í Vági.

Eitt av fremstu økjunum, hugsar hann, fer at vera at bøta um korini hjá barnafamiljunum. Barnafrádrátturin eigur at hækka, og umstøðurnar í barnagarðinum skulu gerast betri. Hetta vónar nýggi borgarstjórin at fáa rúm til komandi valskeið, tí hann yvirtekur sum sagt eina skuldartyngda kommunu, sum ikki hevur pláss fyri nógvum nýggjum íløgum í fyrstu atløgu.

Spillvatnsætlanin er størsta akutta avbjóðingin. Ein ætlan, sum fevnir um fýra ár, er send    myndugleikunum at góðkenna. Hetta fer at tyngja kommununa fíggjarliga, men er neyðugt at fáa uppá pláss.

Kommunan skyldar, sum er, eina álíkning, sum er 48-50 mió. kr. Størri parturin av skuldini kemur av Pálshøll og Marghøllini, sum hava kostað kommununi góðar 40 mió. kr.  Sambært kommunustýrislógini kann ein kommuna ikki skylda meira netto, enn eina álíkning, uttan serstakt loyvi frá landsstýrismanninum. Heilt serligar umstøður skulu vanliga til at fáa loyvi at skuldbinda seg fyri meira enn eina álíkning. 

Fáa virksemi aftur á kajøkinum

Seinastu tíðina hevur kommunan raðfest karmar um ferðavinnuna, sum borgarstjórin nú hugsar liggur í eini góðari legu. Nýggjur leiðari er í Kunningarstovuni, sum tykist at vera farin fúsur til verka.

- Neyðugt er nú at fáa kajøkið virkið aftur, har liggja nógvir fermetrar, sum kommunan hevur sett nógvar íløgur í, sum kunnu brúkast til vinnuligt endamál, til dømis til umskipingarhavn, sjóvinnutengda framleiðslu og betri umstøður til útróðurin, sigur nýggi borgarstjórin.

Ógreiður á eldraøkinum ávirka tænastustøði

Sambært løgtingslógini um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. skulu kommunurnar í Suðuroynni skipa seg í eitt samstarv um eldraøkið. Samstarvið, Bú- og heimatænastan í Suðuroy verður stjórnað av eini nevnd við níggju limum. Hvør kommuna eigur ein lim, meðan kommunurnar við fleiri enn 1000 borgarum, sum eru Vágur og Tvøroyri, eiga tveir limir hvør. Samstarvið samtykkir millum annað eina fíggjarætlan fyri virksemið á eldraøkinum í Suðuroynni, og kommunurnar rinda kostnaðin.

Samstarvið hevur frá byrjan havt sínar avbjóðingar. Størsta avbjóðingin er, at fíggingarleisturin rakar kommunurnar ójavnt, tí afturberingin frá landinum er tongd at fíggjarviðurskiftum í kommununum, sum ikki hava beinleiðis samband við eldraøkið, og tí fellir ójavnt í kommunukassarnar, óheft av veruliga tørvinum á eldraøkinum.

Vágur er ein av kommununum, sum ikki verða so hart raktar fíggjarliga. Men Bjarni Johansen heldur, at neyðugt er at finna góðar loysnir á eldraøkinum, so dentur í størri mun kann leggjast á innihald, soleiðis at allir borgarar í oynni fáa eina góða tænastu.

Ognarviðurskiftini á eldraøkinum eru eisini ógreið. Eitt nú er Hamragarður í Vági enn ogn hjá kommununi, heldur enn felagskommunala samstarvinum um eldraøkið. Hetta heldur hann eisini eigur at fáast uppá pláss.

Tilgongdin at leggja kommununum eldraøkið verður í løtuni eftirmett – herundir eisini fíggingarleisturin og formligu viðurskiftini kring samstørvini. Bjarni Johansen setir sítt álit á, at Kommunufelagið megnar at finna góð upplegg til loysnir, sum kommunurnar síðani sleppa at viðgera.

Fólkið skal avgera samanlegging

Hetta leiður okkum til spurningin um nógvu sjálvstøðugu kommunurnar í Suðuroynni og evnini at loysa stóru vælferðaruppgávurnar.

Nýggi borgarstjórin í Vági er sjálvur ikki so avgjørdur í spurninginum um kommunusamanlegging. Hann heldur, at fólkið skal gera av, um og hvussu kommunurnar í Suðuroynni skulu leggja saman. Seinast atkvøtt varð um spurningin, var undirtøka ikki fyri hesum í Vági.

- Heldur enn kommunusamanlegging, kunnu kommunurnar leggja størri orku í at samstarva betur – ið hvussu so er til støðan er búgvin til meira enn tað, sigur Bjarni Johansen.

Suðuroyggin og meginøkið Føroyar

Størsta avbjóðingin hjá Suðuroynni heldur hann er, at alt landið nú so at siga verður eitt samanhangandi meginøki – undantikið Suðuroyggin. Tí er avgerandi neyðugt av álvara at byrja arbeiðið við einum Suðuroyartunli. Neyðugt er, at kommunurnar í Suðuroynni standa saman og fáa landspolitikarar at skilja álvaran.

Kanningar í Norra vísa, at trivnaðarkenslan økist, tá flutningssambandið batnar. Fólk uppliva størri virkisfrælsi, og kenna seg ikki so avbyrgd frá restini av samfelagnum, sum áðrenn. Tað sama kunnu vit hugsa okkum verður galdandi fyri suðuroyingar.

Kanningar vísa eisini, at eitt útbygt infrakervi minkar flutningsútreiðslurnar hjá vinnulívinum og styrkir kappingarførið, tí framleiðslan gerst bíligari. Vit síggja tí, at fyritøkur leggja seg har flutningsmøguleikarnir eru góðir, og har tænastur og arbeiðsmegin eru lættliga atkomilig.

Kostnaðurin at fáa vørur og arbeiðsmegi til og úr Suðuroynni er høgur, fráferðirnar eru bara tvær ella tríggjar um dagin, og tú hevur ongantíð vissu fyri, at farmurin hjá tær sleppir við ein ávísan túr. Stórur tørvur er tí á, at Suðuroyggin fær betri, javnari og tryggari samband við meginøkið, skal vinnan mennast og ónýttir menningarmøguleikar troytast.

- Smyril nøktar longu sum er ikki tørvin. Vinnulív og fólk annars í Suðuroynni kunnu ikki liva og virka við óregluseminum, sum veður og tøkniligar avbjóðingar støðugt elva til. Tað er bæði dýrt fyri vinnufyritøkur í Suðuroynni og ein bági, at ferðasambandið er so avmarkandi, sigur Bjarni Johansen.

Nýggi borgarstjórin í Vági er tí avgjørdur í spurninginum: Ein undirsjóvartunnil er ein grundleggjandi fortreyt fyri búskaparvøkstri í Suðuroynni, betri trivnaði og øktum hugi at seta búgv.

Hann staðfestir at endan, at tá grundleggjandi fortreytirnar eru til staðar, fara kommunurnar – einsæris og sínámillum – saktans at megna uppgávurnar, og at skapa tær umstøður á staðnum, sum skulu til, so at fólk og vinnulív í Suðuroynni av álvara fara at trívast og mennast.