Komnir í helvt við tunlarnar Norður um Fjall

Arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall gongur væl og er nú helvtin av arbeiðinum gjørt, boðar Landsverk frá

Sigurjón Einarsson
19. mai 2022 kl. 10:49

Tað hevur gingið væl við verkætlanini við tunlarnar Norður um Fjall. Mánadagin var lítil hugnaløta í Árnafirði í samband við, at arbeiðið við nýggju tunlunum er komið í helvt.

Landsverk skrivar á heimasíðu sínari, at framdriftin hevur verið góð, har tað mánadagin var skotið í alt 1.192 metrar Hvannasundsmegin og 937 metrar Árnafjarðamegin.

Tað, sum eftir er at skjóta, eru 1.003 metrar Hvannasundsmegin og 953 metrar Árnafjarðamegin.

Umboð fyri Klaksvíkar kommunu, Viðareiðis kommunu, Hvannasunds kommunu, arbeiðsfólk hjá norska LNS og Articon umframt Landsverk vóru við til lítla hátíðarhaldið í Árnafirði mánadagin.

Kelda: landverk.fo