

Jerrold Balagasay frá Hwarang Føroyar, er nú norðurlenskur junior meistari í taekwondo. Hann vann kappingina fyri íðkarar undir 45 kilo og hon hevur júst verið í norska høvuðstaðnum, Olso.
Tey, sum vara av taekwondo í Føroyum, siga, at Jerrold kempaði ein fantastiskan dyst og vann bæði á Noregi, Svøríki og Danmark.
Jerrold Balagasay er norðurlendskur meistari
Men tað var ikki einasta heiðursmerki, sum kom heim aftur til Føroya.
Stefan J. Mifsud vann seg í finaluna í kadet-kappingini fyri íðkarar undir 45 kilo, men hann mátti lúta fyri lettiska meistarinum, ið hevði fingið loyvi at luttakað til kappingina. Stefan vann tíðskil silvur heiðursmerki.
Stefan J. Mifsud vann silvur í - 45 kg Kadet
Jónar K. Poulsen var eisini við í kadet kappingini fyri íðkarar undir 41 kilo. Mótstøðan var hørð og hann kempaði væl, og kom heim aftur við einum bronsumerki, siga tey, sum vara av taekwondo í Føroyum.
Jónar Kristiansson Poulsen vann bronsu í - 41 kg Kadet
Artur Helgason Højgaard var við í junior kappingini fyri íðkarar undur 63 kilo. Hann møtti einum royndum kempari í fyrsta umfari og kom ikki víðari.
Allir fýra íðkarnir frá Hwarang Føroyar mugu av landinum fyri at fáa dystir og tískil er ein túrur sum hesin sera læruríkur og gevur vónir um fleiri heiðursmerkir í framtíðini.
Føroysku heiðursmerkini vóru sostatt:
Jerrold Balagasay vann gull í -45 kg Junior
Stefan J. Mifsud vann silvur í - 45 kg Kadet
Jónar Kristiansson Poulsen vann bronsu í - 41 kg Kadet