Konsertir við donskum dreingja- og manskórið

Hesa vikuna verða konsertir við dreingja- og manskórinum úr Dómkirkjuni Haderslev

Tíðindaskriv
23. mai 2022 kl. 19:30

Leiðari er organisturin í Dómkirkjun Henrik Skærbæk Jespersen. Tað var hesin sami Henrik, sum í 2019 var í Føroyum við “Orguldreingjunum” úr Haderslev.

Hesa ferð hevur hann 50 sangarar í aldrinum níggju ár og uppeftir við sær. Teir ungu dreingirnir syngja allir sopranstemmurnar meðan teir vaksnu syngja alt, tenor og bass.

Kórið hevur ferðast víða um og fleiri ferðir sungið fyri teim kongaligu til barnadóp og onnur høvi. Teir hava sungið í øllum dómkirkjunum í Danmark og fara teir eisini at syngja til gudstænastuna í Havnar kirkju sunnudagin 29. mai klokkan 11.

Kórið fer eisini hava fleiri konsertir meðan teir eru í Føroyum:
Kr. himmalferðardag hósdagin 26. mai klokkan 20 verður konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Fríggjadagin 27. mai klokkan 20 verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum
Leygardagin 28. mai klokkan 16 verður konsert í Hoyvíkar kirkju
Sunnudagin 29. mai syngur kórið sum nevnt til guðstænastuna klokkan 11 í Havnar kirkju

Á skránni er danskur svenskur og enskur kórtónleikur og sum eykanummar fer kórið at syngja eina útseting sum kórleiðarin hevur gjørt av vælumtókta sanginum hjá Steintóri Rasmussen “Tað kundi verið eg”.