Konservativi flokkurin í Bretlandi bløðir

Bretski forsætisráðharrin viðurkennir feilir, men ynskir at verða sitandi í stjórn, hóast Konservativi flokkurin fer nógv aftur í meiningarkanningum

Liz Truss er veruliga komin í andglettin, síðan hon tók yvir sum forætisráðharri í Bretlandi. Men kettan Larry, sum hevur búð á Downing Street nummar tíggju síðan februar í 2011, sær ikki út til at líða nakra neyð (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
18. oktober 2022 kl. 12:08

Byrjanin hjá Liz Truss í forsætisembætinum í Bretlandi hevur verið alt annað enn góð. Hon kom til valdið við tí lyfti, at stjórnin skuldi fremja stórar skattalættar og aðrar búskaparligar broytingar, men bleiv av serfrøðingum ávarað um, at hesar ætlanir fóru at gera ilt verri, tá hugsað verður um inflasjón, sum er tann størsta í yvir 40 ár. Og tað sást eisini beinavegin aftur á partabrævamarknaðinum, ið rapaði, og á bretska pundinum, sum viknaði.

Síðan hevur hon avlýst hesar ætlanir, og gav eisini fíggjarmálaráðharranum, sum skuldi fremja hendan víðgongda fíggjarpolitikkin, Kwasi Kwarten, fótin í bakpartin.

Í samrøðu við BBC í gjárkvøldið viðurkendi Liz Truss sínar byrjunarfeilir í forsætisembætinum og bað fólkið um orsaka.

Samstundis gjørdi hon greitt, at hon ikki hevur ætlanir at fara frá sum forsætisráðharri, hóast Konservativi flokkurin í Bretlandi gongur nógv aftur í meiningarkanningum. Var val í dag, so hevði Konservativi flokkurin og Liz Truss bert blivið fjórðstørsti flokkurin í Bretlandi, og tað er óhoyrt.

– Eg taki ábyrgd og ynski at koma við einari umbering fyri teir feilir, ið eru framdir. Eg ynski at gera nakað við at hjálpa fólki við orkurokningunum, umframt at gera nakað við høga skattin, men vit fóru ov langt ov skjótt, segði hon millum annað í samrøðuni.

Eisini gjørdi hon øllum greitt, at hon ynskti at halda fram í embætinum fram til komandi val.

– Eg verið sitandi, tí eg havi valt at fáa greiðu á støðuni í hesum landinum, og tann avgerðin stendur við.

Men um hon fær loyvi til tess, fer tíðin at vísa, tí nú eru limir í flokki hennara byrjaðir at venda henni bakið. Fimm nøvn eru uppi at venda at avloysa Liz Truss, og millum annað fyrrverandi forsætisráðharrin Boris Johnson er farin at spøkja aftur.