Koppingarevni møguliga minni úrslitagott móti omikron-frábrigdinum

Forstjórin í Moderna heldur, at koppingarevni eru minni úrslitagóð móti omikron-fyribrigdinum

Sigurjón Einarsson
30. november 2021 kl. 15:07

Koppingarevni móti korona virkar kanska ikki væl móti omikron-frábrigdinum, og væntandi skulu koppingarevni, sum eru ment til at verja móti koronavirusinum, broytast. Tað heldur forstjórin í Moderna, Stéphane Bancel.

Tað skrivar Financial Times.

– Tað er fullkomiliga ómøguligt, at koppingarevni eru eins góð, ið tey vóru móti delta-frábrigdinum. Eg veit ikki, hvussu stórur munur tað er, tí vit hava ov fá hagtøl, men vísindafólk, eg havi tosað við, siga, at tað er eingin orsøk at vera bjartskygdur, sigur Bancel.

Omikron-frábrigdið vekir stúran kring heimin. Smittutølini í Suðurafrika eru hækkandi, har nýggja frábrigdið varð uppdagað. Nú hava fleiri lond sett avmarkingar í verk við landamørkini.  

Nýggja frábrigdið er longu funnið í stórum pørtum av Evropa, umframt í Kanada, Kina, Avstralia og sunnara part av Afrika.

Forstjórin í Moderna sigur eisini í samrøðu við CNBC, at tað kunnu ganga fleiri mánaðir, áðrenn eitt koppingarevni, sum virkar ímóti omikron-frábrigdkið, er klárt.

Tey mongu frábrigdini fara at gera tað neyðugt at tillaga tey koppingarevni, sum eru ment til at basa koronavirusinum, heldur forstjórin í Moderna, Stéphane Bancel.