Koppseta aftur fyri koronu í oktober

Endurkoppseting - ella boostaraprik - verður bjóðað teimum, ið eru 50 ár og eldri frá 1. oktober

Steinar Patursson
21. september 2022 kl. 15:15

Væntast kann, at koronusmittan kyknar upp aftur í heyst, og tí verður nú farið undir at endurkoppseta í næstum.

Landslæknin boðar á korona.fo frá, at fyribils eru ætlanir um at bjóða endurkoppseting – boostaraprik – til fólk 50 ár og eldri frá 1. oktober.

Tað verður eisini framvegis møguligt hjá teimum, ið eru yngri enn 50 ár, men sum hava skerda immunverju, at fáa endurkoppseting, um læknin metir, at tey fáa gagn av hesum.

- Málið við koppsetingini í heyst er at byrgja fyri álvarsomum sjúkum, innleggingum og deyða, sigur korona.fo.

Harumframt ber framvegis til hjá teimum, ið eru eldri enn 18 ár, men sum ikki eru koppsett, at lata seg koppseta.

Landslæknin greiddi í farnu viku Dimmalætting frá, at hann hevði fingið frágreiðingar um yvirdeyðiligheit frá ellisheimum í Føroyum, men at tað var ilt at siga, hvørt talan var um koronudeyðar, tí kannað verður ikki fyri koronu longur, eins og gjørt var áður.

Les eisini: Møguliga fleiri koronuandlát enn áður hildið