Koppseting í Føroyum hevur beint fyri sjúku hjá smábørnum

Nýggj gransking vísir, hvussu stóran týdning tað hevur at vit verða koppsett - men vit skulu vera á varðhaldi

Áki Bertholdsen
8. januar 2025 kl. 12:56

Koppsetingar bjarga lívum!

Tað staðfestir Granskingarráðið nú úrslitið av nýggjari gransking um koppseting er løgd fram í eini g grein í tíðarritinum, Infectious Diseases.

Granskingarráðið sigur á heimasíðu síni, at hetta er ein nýggj, vísindalig kanning, sum gevur okkum innlit í, hvussu pneumokokksjúka hevur ment seg í Føroyum seinastu 23 árini. 

Pneumokokksjúka er ein álvarsom sjúka, sum kann elva til lungnabruna, meningitis og blóðeitran. Sjúkan rakar serliga tey veikastu – børn og eldri, og tí hevur koppseting verið ein týðandi liður í at minka um talið av sjúkutilburðum.

Føroyar eru avbyrgdar, fólkatalið er avmarkað og og ein rættiliga stórur partur av fólkinum eru koppsett.

Tí eru Føroyar eitt serligt dømi um, hvussu koppseting kann ávirka heilsustøðuna hjá einum heilum samfelag, sigur Granskingarráðið.

Samstundis gevur avbyrgda støða Føroya okkum eitt serligt høvi at eygleiða, hvussu ein heildarætlan fyri koppsetingar kann ávirka eitt samfelag, leggja tey afturat.

Tað er Arnfinnur Kallsberg, ið er ph.d.-lesandi á Roskilde Universitet, sum er fyrsti høvundur til greinina í Infectious Diseases. Og eitt úrslit av henni er, at síðan vit fóru at koppseta fyri pneumokokksjúku í 2010, eru tilburðir av hesi sjúku hjá børnum undir fimm ár, burtur.

– Hetta vísir, hvussu væl koppsetingar kunnu verja tey yngstu, sigur Granskingarráðið.

Tó hava nýggjar pneumokokk undir-typur, sum koppsetingin ikki verjir fyri, tikið seg upp. Hetta fyribrigdi verður kallað »serotýpu-útskifting«, og tað rakar serliga tey eldru. 

Granskingarráðið sigur, at hendan nýggja kanningin staðfestir, at koppsetingar bjarga lívum - men eisini, at vit mugu vera á varðhaldi.

– Bakteriur laga seg altíð eftir nýggjum viðurskiftum, og tí mugu okkara ætlanir á heilsuøkinum javnan endurskoðast. 

Nýggjari og meiri fjøltáttaðar koppsetingar, umframt serlig tiltøk fyri eldri, eru neyðug,  skulu vera framman fyri í hesum stríðinum.

– Hetta granskingararbeiðið vísir týdningin av áhaldandi nýhugsan og fyribyrging í heilsuverkinum – bæði í Føroyum og um allan heimin, sigur Granskingarráðið.