Korona: Eingin landsdystur í kvøld

Koronasmitta er staðfest í kekkiska hópinum, ið kom til landið í gjár. Kekkiska ferðalagið hevur gjørt av at fara av landinum seinnapartin í dag

Sigurjón Einarsson
6. januar 2021 kl. 10:50

Dysturin er enn ikki alment avlýstur av EHF enn, men Hondbóltssamband Føroya staðfestir á heimasíðu sínari, at eingin landsdystur verður í Høllini á Hálsi í kvøld.

Kekkiska ferðalagið, ið kom til landið í gjár, hava verið avbyrgdir í Hotel Hafnia. Stjórin í Hotel Hafnia, Pætur Trónd Thomsen, váttar fyri Dimmalætting, at alt liðið hevur verið avbyrgt á gistingarhúsinum, síðani teir komu til landið, har allar forræðisreglur eru fylgdar. Tað merkir, at ferðalagið hevur hildið seg fyri seg sjálvt bæði á flogvøllinum, í bussinum og á hotellinum.

Seint í gjárkvøldið varð so staðfest, at koronasmitta er í kekkiska hópinum, og at ferðalagið hevur avgjørt at fara av landinum seinnapartin í dag.

Stjórin og starvsfólkini í Hotel Hafnia hava verið í tøttum samskifti við Landslæknan og Hondbóltssamband Føroya hesum viðvíkjandi.

Hetta kemur dátt við fyri kekkar, ið skulu taka lut í HM-endaspælinum í Egyptalandi um eina góða viku.