Korona: Neyðugt at vera eyka varin beint nú

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at tað í løtuni eru tvær smittuketur í Føroyum, sum man ikki veit, hvaðani tær stava

Sveinur Tróndarson
21. september 2020 kl. 17:11

- Um vikuskiftið hevur ein familja við trimum børnum fingið at vita, at tvey av børnunum eru smittað. Tað er ikki óhugsandi, at triðja barnið eisini er smittað, og so hava vit eitt í stovnsaldri, eitt í fólkaskúlan og eitt í miðnámsskúla, sum hava smittuna, og tá krevur tað, at vit eru serliga varin fyri at smittan ikki breiðir seg enn meira.

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, tá Dimmalætting ringir og spyr, hvussu støðan er í samband við korona-smittuna.

Seinastu dagarnar hava vit meira enn einaferð sæð, at upp í trý fólk hava fingið smittuna um dagin, og tað hevur við sær, at tað nú eru 24 fólk her á landi, sum eru smittað við Covid19.

Í gjár kunngjørdi Heilsumálaráðið eisini, at tað ikki var greitt, hvaðani henda seinasta smittukeldan stavaði.

Tað váttar landslæknin, tá Dimmalætting tosar við hann, og hann leggur afturat, at tað eisini er ein orsøk til at vísa varsemi.

- Vit eru undir trýsti uttanífrá, millum annað, tí talið av smittaðum í Danmark økist, og eisini tað ger, at vit framhaldandi mugu vísa varsemi, sigur Lars Fodgaard Møller.

Fyri heilsumyndugleikarnar hevur tað stóran týdning, at finna smittukelduna, tí tá ber til at seta fólk í sóttarhald, so viðkomandi ikki kann smitta fleiri.

- Tað kunnu vit ikki gera, tá vit ikki vita, hvar smittukeldan er, og so er sjálvandi vandi fyri, at viðkomandi smittar onnur, sigur Lars Fodgaard Møller.

Sum frálíður doyr eisini tann smittukeldan út, men tá er spurningurin, hvussu nógv viðkomandi hevur smittað. Undir fyrra umfari av farsóttini funnu granskarar útav, at myrkatølini, tað eru tey, sum vóru smittað, men sum ikki høvdu fingið tað staðfest við kanning, vóru rættiliga lág. Hvussu statt er við tí beint nú, veit eingin.

- Tí hevur tað týdning, at fólk lata seg kanna. Tað kann væl vera, at fólk hava tað gott og einki kenna á sær, men tey kunnu smitta onnur, sum ikki tola sjúkuna. Tað er tað, sum vit vilja sleppa undan, sigur landslæknin.

Hann staðfestir stillisliga, at hetta ivaleyst verður nakað langdrigið nakað, men soleiðis má tað nú einaferð vera.

- Vit skulu í øllum førum ikki sikta eftir flokkimmuniteti. Tað hava vit ikki umstøður til, leggur hann afturat.