Koronavirusið hevði longu spreitt seg kring alt Frakland í november 2019: Ein út av túsund var smittaður

Franskir granskarar hava greinað umleið 9.000 blóðroyndir frá mánaðinum áðrenn, at koronafarsóttin alment breyt út, har tey hava funnið 13 blóðroyndir við sporum av SARS-CoV-2 (koronavirus). Kanningin er tað mest haldgóða prógvið fyri, at koronavirusið longu var í umferð í Evropa á heystið 2019

Sigurjón Einarsson
16. februar 2021 kl. 15:00

Ábendingar hava leingi hópa seg upp, og nú kunnu franskir granskarar leggja fram tað, ið líkist einum endaligum prógvi fyri, at koronavirusið, SARS-CoV-2, longu var í Evropa fleiri mánaðir áðrenn, at fyrsti almenni tilburðurin varð staðfestur á evropeiska meginlandinum.

Granskarar hava, við at greina 9.144 blóðroyndum, funnið fram til 13 blóðroyndir við sporum av koronavirusið. Hesar blóðroyndir eru tiknar í tíðarskeiðnum frá november 2019 til januar 2020 – altso nakað av tíð áðrenn, at koronafarsóttin fekk fastatøkur í Norðuritalia fyri einum ári síðani, sum so spreiddi seg til restina av Evropa.

Tað merkisverda við hesum 13 blóðroyndunum er, at tær eru spjaddar yvir alt Frakland – og ikki frá einum ávísum øki.

- Tær positivu royndirnar eru spjaddar yvir alt landið, og einki landaøki er yvirumboðað, sigur Fabrice Carrat frá l’Institut Pierre-Louis d’épidémiologie et de santé publique, ið hevur staðið á odda fyri kanningina, til Le Monde og leggur afturat:

- Úrslitini benda á, at ein út av hvørjum túsund fransmonnum vóru longu smittaði í november og desember 2019.

Italskir granskarar almannakunngjørdu í november í fjør eina kanning, ið kundi spora virusið enn longur aftur – heilt aftur til september 2019.

Tær nýggju fronsku vísindaligu sannroyndirnar, ið eru almannakunngjørdar í European Journal of Epidemiology, eru nógv meira haldgóðar.

Fyri tað fyrsta er talið av greinaðum blóðroyndum næstan 20 ferðir størri enn í italsku kanningini. Og fyri tað næsta eru tær skildar sundur við eini andevniskanning, har tær positivu royndirnar síðani verða kannaðar gjøllari.

Tøkuarmar til Spania

Tað áhugaverda við fronsku kanningini er, at teir fronsku heilsumyndugleikarnir eftirfylgjandi hava verið í samband við 11 av teimum 13 “positivu” fólkunum, fyri at finna útav møguligum smittukeldum.

Ein er lækni og er tí beinleiðis í vandabólkinum. Ein annar var komin aftur til Fraklands, eftir at hava ferðast í tveir mánaðir í Asia. Hetta passar so inn í illgrunan um, at virusið er sprottið og spreitt seg úr Kina.

Ein triðji greiddi frá, at hann helst varð smittaður, tá hann var á vitjan hjá familju síni í Spania í november. Tá hevði ein familjulimur í Spania havt lungnabruna síðani oktober. Hetta kundi týtt uppá, at smittan ikki bert var útbreidd í Fraklandi.

Einki í fronsku kanningini stríðir ímóti tí ástøði, sum eitt granskingarlið hjá WHO presenteraði seinasta týsdag, eftir at tað hevði verið eina granskingarferð í Kina: At koronavirusið kom frá flogmýsum, sum eisini hevur verið uppruna illgrunin.  

Fronsku granskararnir ynskja nú at finna útav, nær ítøkiliga virusið byrjaði at spreiða seg í Evropa. Og tað kann gott hava verið langt áðrenn november 2019.

Teir fronsku granskararnir hava ein hóp av royndum, ið eru tiknir í samband við eina stóra eftirlitsætlan fyri farsóttir, sum byrjaði afturi í 2018.   

Her eru granskararnir nú í holt við søkja stuðul, ið ger tað møguligt at greina royndir, sum eru tiknir longur aftur í tíðini.

Kelda: Berlingske