Krakk frá ukrainum

56 ukrainsk flóttafólk – stívliga ein fjórðingur av kvotuni upp á 200 – hava higartil fingið uppihaldsloyvi í Føroyum. 60 høvdu annars søkt um uppihaldsloyvi, men fýra teirra rýmdu aftur, tí tey mistu tolið við føroyska skrivstovuveldinum

Ingolf S. Olsen
17. september 2022 kl. 13:11

Fleiri hildu, at tað var í minna lagi, tá Løgtingið í apríl í ár samtykti eitt ríkislógartilmæli, sum lat upp fyri, at í mesta lagi 200 ukrainsk flóttafólk kundu koma til Føroya og fáa uppihald her.

Við at skrúva for niður fyri tí føroyska gestablídninum, sum okkum annars dámar so væl at hoyra útlendingar rósa okkum fyri, er tað tó eydnast at fáa pengarnar at passa. Og væl tað. Tí ikki kann sigast, at gravgangurin hjá ukrainum at leita sær friðskjól í Føroyum hevur verið stórur. 56 ukrainsk flóttafólk – stívliga ein fjórðingur av kvotuni – hava higartil fingið uppihaldsloyvi í Føroyum. 60 høvdu annars søkt um uppihaldsloyvi, men fýra teirra rýmdu aftur, tí tey mistu tolið við føroyska skrivstovuveldinum.

Grundgevingarnar hjá ukrainum fyri at geva Føroyum durafjórðingin er skrivstovuveldi og høgt kostnaðarstøði – og minkandi gávumildni hjá Atlantsflogi. At byrja við bjóðaði flofelagið nevniliga ukrainsku flóttafólkunum ókeypis flogferðaseðlar, men hetta helt uppat, og nú skulu flóttafólkini gjalda fyri ferðaseðilin sum øll onnur. Tað skal almenna flogfelagið tó ikki lastast fyri, tí tað er ikki sett í verðina at borga fyri einum vælsmurdum føroyskum flóttafólkapolitikki.

Men illa er atborið hjá Løgtingi og landsstýri, tí tað er eyðsæð, at Føroyar kundu gjørt kvetti at fingið nøkur hundrað ukrainsk flóttafólk higar. Tað lá líkasum í kortunum, at tey, ið høvdu orku og dirvi at ferðast so langt, helst eisini vóru væl fyri í allar mátar og kundu dugna tí føroyska samfelagnum, ikki minst tí føroyska arbeiðsmarknaðinum, ið hungrar eftir arbeiðsmegi.

Kanska vóru vit vælmeint, men her dugdu vit ikki at borðreiða við tí besta fyri gestunum, um vit veruliga ynsktu teir higar.

Tað ræður sjálvandi eisini um at duga at venda skráini rætt, tá støðan skal analýserast. Føroyingar flest ímyndaðu sær kanska, at tá nú talan var um flóttafólk, sum flýggjaðu undan ræðuleikum, so var tað við markleysum takksemi og uttan krøv av nøkrum slagi, at tey tóku av møguleikanum at sleppa inn í okkara friðarliga paradís.

Sjálvandi er talan um fólk í neyðstøðu, tí tey flýggja undan kríggi. Einum ræðuligum kríggi, sum eisini kostar nógv sivil mannalív. Men vit gloymdu kanska, at talan er um evropearar, sum til 24. februar í ár, tá russar gjørdu innrás í Ukraina, høvdu ein gerandisdag, sum upp á nógvar mátar líktist okkara egna. Tey duga at skyna á, hvar tey fáa mest fyri pengarnar, og hvar flest hurðar eru opnar, og tey hava orku at velja.