Krás úr skaldapottinum

Ummæli: Nýggju yrkingarnar hjá Tóroddi Poulsen eru glógvandi dømi um ein poetiskan og listaligan vitapassara, sum ikki minst hevur ans fyri myrkrinum millum ljósblunkini.

Kinna Poulsen
3. juli 2022 kl. 17:02

At tað skuldi vera júst longsta dag, mær untist at lesa nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, EINKI HEITI, eri eg glað fyri, tí henda bókin tekur tíð at lesa, serliga um mann lesur hana seint soleiðis sum yrkjarin einaferð skrivaði, at mann skuldi.  

Tað veit eg ikki um eg geri. Eri kanska ikki so málførur lesari ella jú, tað eri eg í øllum førum í byrjanini, tá mann letur spildurnýggju bókina upp. Tá er mann tann perfekti víðopni lesarin, men so beri eg eyga við nakað, sum fær meg at koma í tankar um okkurt annað, sum eg má venda aftur til – blaði síðan fram og taki afturíaftur ein tanka – sæð onkrastaðni úr erva má henda lesitilgongdin tykjast heldur óskipað sum tá ein grindalokkur í ovfarakæti dansar millum tendraðar lampur.

 

Lýsandi yrkingar
Yrkingarnar eru eisini so mikið tendraðar, at tað neistar úr tí væl roynda skaldapottinum.

Hesin pottur kemur fyri í yrkingini ÍDNI, ið fær somu merking sum íblástur ella sum í øllum førum sýnist vera ein lýsing av tí at yrkja.

Tað er at røra so hart í skaldapottinum, at ein vísa úr barndómsins fjøru fær okkum at renna undan ørindum, sum eingin sendi okkum – so sjálvsagt, einfalt og samstundis komplekst verður samanhangurin millum barndóm og yrkjaraeg lýst samstundis sum vit fáa varhugan av hvussu fullkomiliga óneyðug yrkt ørindi eru. Eingin hevur biðið um tey.

 

Einki heiti?
Tóroddur Poulsen fær ómetaliga nógv innihald at rúmast í sínum reglum, ikki minst, tá hann snarar teimum á.

Øvugtleikin er ikki bara orðaspæl, tvætl ella spei soleiðis sum tað onkuntíð hevur verið sagt um Tórodd Poulsen. Her er týdningarmikil samanhangur millum háttalag og tað, sum hann roynir at siga og tað er í grundini ófatiligt hvussu hann støðugt megnar at orða hetta av nýggjum nú í bók nummar 45, sum inniheldur 45 yrkingar ella har á leið.

Sjálvmótsigandi heitið á yrkingasavninum EINKI HEITI vísir til eina hevd innan modernistiska list, har myndlistaverk eru uttan heiti.

Hetta er aftur treytað av, at myndevni og funktión verður alsamt meira opið, har móttakarin støðugt fær størri leiklut og álit og tessvegna ikki nýtist eitt heiti til tess at skilja listaverkini.

 

Ikki heilt einki
Orðingin kann eisini sipa til listaliga universið hjá Tóroddi Poulsen, sum ofta brúkar sonevndar negatiónir sum kreativt útgangsstøði í yrkingum og myndum, har noktandi orðingar sum “einki” ella “ikki” eru afturvendandi. Tað áhugaverda við negatiónum er, at tær í grundini ikki upploysa týdning.

Tá mann til dømis lesur um eitt træ, sum IKKI var har, verður semantiska tómrúmið, ið stendst av negatiónini merkt av hesum trænum ella fyribrigdinum, sum var nevnt í negativum skapi og tá verður tað ordiliga spennandi at vera lesari í einum meira abstraktum og óítøkiligum fatanarrúmi, ið er meira merkt av døggi, ljósstrálum, támi og varhuga enn av tí ítøkiliga.

 

Perman
Fagurfrøðiliga og tøkniliga er stórur munur millum vatnlitsmyndina á permuni við teimum luftkvæmu, sveimandi beinagrindunum og so orðini, har listamaðurin hevur brúkt okkurt slag av kriti og stórar spjaldrastavir at skriva sítt egna navn og bókaheitið omaná og í millum beinagrindirnar.

Stavirnir tykjast avgjørdir fyri ikki at siga illsintir og hesin sami tóni heldur fram á innpermuni, har vit verða mint á hvussu EINKI HEITI skal framberast (ikki við o ella oy!) og alt hetta hevur við sær, at mann fer at grunda um orðið “heiti” og hvat tað í grundini merkir.

Sambært Sprotanum kann orðið umframt at siga hvat nakað eitur, bæði merkja lyfti og hóttan og hetta er so ógvuliga umfatandi.

 

Kríggið í lummanum
Yrkingarnar í EINKI HEITI eru djúpar, eksistentiellar, surrealistiskt snurrandi, humoristiskt glógvandi við viðkomandi viðmerkingum til alt møguligt løgið, sum gongur fyri seg í okkara tíð í okkara samfelag.

Tað er sum tað plagar í bókunum hjá Tóroddi, ið tó ikki tykist líka harmur ella indigneraður sum hann onkuntíð hevur verið.

Ein fitt og stutt yrking staðfestir, at ein frikadella og eitt sindur av gudi er nóg mikið til at bjarga degnum hjá onkrum.

Ein onnur ræðist kríggið – ikki bara tað í Ukraine, men eisini tað í telefonini í lummanum, sum er full av støðugum ræðuleikum, sum yrkjaraegið ikki klárar at síggja.

Jú, mann er við uppá inngangsorðini, ið boða frá, at tíðindini eru avlýst vegna bláan himmal. Hevði tað verið so væl onkuntíð.

 

Universalar yrkingar
Fleiri yrkingar taka samanum eina lívs- og listafatan, sum í grundini hevur verið til staðar síðan byrjanina.

Hetta er til dømis galdandi fyri ta fínum yrkingina Í HOLINUM, har tað verður staðfest, at einki er alt og at holið vil vera ljósið. Millum myrkrið og ljósið gongur ein smøl snyrilstrappa niður ella upp í gjøgnum hetta mjáa vitatornið av eini yrking – segði nakar William Heinesen?

Ein onnur universal/genial yrking, NÝBROT snýr seg um okkurt slag av umvæling, men hesa ferð ikki av eini standmynd ella nú ert tú eitt skip – skipið er í hvussu er í hvussu er ikki longur lossað við bókmentum ella siðsøgu.

Hetta gongur fyri seg í náttúruni á bønum, har sóljur siga sannleikan við summardáar og kokkurin fer niður í maskinrúmið at heinta berjalyng meðan boð verða send eftir hornorkestrinum.

Hetta er ein fantastisk yrking, ið minnir um eina listaliga installatión, sett saman av ítøkiligum og óítøkiligum lutum, ið mynda ein listaligan nýbygning, sum er meira enn bara eitt far.   

 

Barndómurin
Virðingin fyri at spæla er grundleggjandi, spæl er javnsett at yrkja og at droyma. Barndómurin er grundarlagið – tað veldiga løriftið, sum einaferð var ómálað og sum støðugt er har og sum allar upplivingar verða mettar upp móti og málaðar á.

Hetta tykist Tóroddur Poulsen sera tilvitaður um og hann dugir óvanliga væl og sum fáur at lýsa eksistentiella paradoksið, at jú fleiri dagar, vit hava samlað okkum saman á lívskontuni, tess færri eru eftir.

Hesa banalu men universalu sannroynd hevur hann formulerað í mongum yrkingum og myndlistaverkum og tað er í grundini ófatiligt hvussu hann støðugt megnar at orða hetta av nýggjum og at gera tað listarliga relevant og nýhugsandi.  

 

PARADÍS

 

vit børn

lakkaðu paradís

á tí breiða vegnum

tí tað var

ov lítið pláss

á tí smala

har tey gomlu

gingu aftur og fram

og tosaðu um

gamlar dagar og slekt

áðrenn tey fóru

út á bøin

at heinta summardáar

til okkum

sum vóru so røsk

at lakka paradís

á tí breiða vegnum