Kreton hátíðarheldur 20 ára føðingardag

Stóra føroyska fyritøkan Kreton kann seinni í vikuni hátíðarhalda, at tað eru 20 ár liðin, síðan fyritøkan sá dagsins ljós

Mynd: Kreton
Høgni Jógvansson
27. november 2022 kl. 16:00

Entreprenørfelagið Kreton heldur til í Norðragøtu og Runavík og er heildarveitari í asfaltarbeiði. Nú hevur fyritøkan 20 ár á baki og bjóðar til eina almenna móttøku fríggjadagin tann 2. desembur. Móttøkan verður hildin í hølunum hjá Kreton í Norðragøtu.

Eyðun Magnussen er stjóri í Kreton. Hann sigur, at felagið fer at gera eitt sindur burtur úr føðingardegnum.

- Vit skipa fyri eini móttøku, har tað verður okkurt lætt ábit at fáa, og vit vóna at síggja veitarar, samstarvspartnarar og kundar á hesum serliga degnum, sigur hann.

Saman við beiggja sínum, Ova Magnussen, byrjaði Eyðun at reka entreorenør-arbeiði undir navninum Brøðurnir Magnussen. Síðan 2006 hevur fyritøkan itið Kreton, og hevur seinni lagt meira dent á flutning og asfalteringsarbeiði. 

Í dag er Kreton blivið til eitt av teimum størstu flutnings- og asfalterings fyritøkunum í landinum við meira enn 30 bilum og maskinum. Kreton hevur 20 fólk í starvi. Eyðun og Ove Magnussen reka enn fyritøkuna 20 ár seinni.