Kristian Thulesen Dahl stillar ikki upp aftur fyri Dansk Folkeparti

- Tað er so nógv hent seinasta árið, og eg vónaði, at tað fór at enda, tá eg legði frá mær sum formaður í januar. Men tað hendi ikki, og stríðið heldur fram, sigur Kristian Thulesen Dahl við Radio4

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
17. juni 2022 kl. 10:06

Tann fyrrverandi formaðurin í Dansk Folkeparti, Kristian Thulesen Dahl, ætlar sær ikki at stilla upp til komandi fólkatingsval. Hetta sigur hann við Radio4.

Kristian Thulesen Dahl, ið mangan verður nevndur “Kong Kristian”, er komin fram til avgerðina aftaná eitt drúgt tíðarskeið við innanhýsis trupulleikum í flokkinum.

- Tað er so nógv hent seinasta árið, og eg vónaði, at tað fór at enda, tá eg legði frá mær sum formaður í januar. Men tað hendi ikki, og stríðið heldur fram, sigur hann við Radio4. Hann leggur aftrat, at hóast hann ikki stillar upp til komandi val, so verður hann partur av flokkinum fram til tá. Fólkatingsval skal í seinasta lagi vera tann 4. juni í 2023, men væntandi verður val útskrivað áðrenn.

Kristian Thulesen Dahl var við til at seta Dansk Folkeparti á stovn í 1995 og varð formaður floksins frá 2012 fram til januar í ár.