Magni Mohr: Leikararnir eru væl fyri

Kropsligi venjarin hjá føroyska A-landsliðnum, Magni Mohr, letur væl at kropsligu støðuni hjá føroysku leikarunum, sum hósdagin skulu á vøllin at dystast við litavar. Serliga Pætur Petersen, sum er við fyri fyrstu ferð við landsliðnum, hevur góð tøl at vísa á frá venjingunum

Magni Mohr er kropsligur venjari hjá A-landsliðnum við monnum. (Mynd: Fótbóltssamband Føroya).
Kristian Waag Dam
20. september 2022 kl. 16:36

A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin móti Litava, sum verður á LFF Stadion í Vilnius hósdagin 22. september klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í litaviska høvuðsstaðnum.

Magni Mohr er kropsligur venjari hjá føroyska liðnum, og aftaná venjingina á middegi týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Magna Mohr. Hann letur sera væl at føroysku leikarunum, sum hava víst høgt venjingarstøði, tískil hevur hann eisini góðar vónir til dystin hóskvøldið.

- Hóast nakað er komið út á kappingarárið, og vandi kann vera fyri, at leikarar ikki venja eins nógv sum í byrjanini av kappingini, so eru leikararnir sera væl fyri, greiðir Magni Mohr millum annað frá til FSF-varpið hjá Fótbóltssambandinum.

Pætur Petersen rennur mest til venjingar
Serliga HB-leikarin Pætur Petersen, sum er við fyri fyrstu ferð við landsliðnum, hevur góð tøl at vísa á frá venjingunum. Hann hevur runnið í miðal sjey kilometrar til venjingarnar higartil, og liggur ovast á listanum yvir leikarar, tá tað kemur til kilometrar fyri hvørja venjing.

Allir leikararnir hava sensorar á sær og verða máldir til hvørja venjing, og her er tað altso ungi skálavíkingurin, ið toppar listan, sum Dimmalætting hevur fingið innlit í.

Samrøðan við Magna Mohr undan UEFA Nations League dystinum móti Litava sæst niðanfyri.