Krúnprinsurin um Herlufsholm: Tað hava verið ódámligar hendingar men eitt hav av næmingum hava eina fantastiska uppliving

Ódámligu hendingarnar og søgurnar um happing og harðskapi á Kostskúlanum Herlufsholm koma nú fram. Hetta hevur lagt stórt trýst á krúnprins Frederik og konu hansara prinsessu Mary, ið í løtuni hava ein son, ið gongur har í løtuni og eina dóttir, ið gleðist um at byrja aftaná summarfrítíðina

Anna Joensen-Næs
20. juni 2022 kl. 18:25

Krúnprins Frederik og prinsessa Mary eru í dag og í morgin høvuðspersónar á einum starvsfundi í Hollandi.

Men teir donsku miðlarnir vóru ikki serliga áhúgaðir í at hoyra um starvsfundin, men heldur eitt annað evni, ið hevur fylgt nógv í miðlunum seinastu dagarnir.

Tíðindafólkini spurdu nemliga inn til ódámligu hendingarnar, og søgurnar um happing og harðskapi á Herlufsholm Kostskúla, har ið elsti sonur teirra, prins Christian, gongur, og har dótturin prinsessa Isabella eftir ætlanini skal byrja aftaná summarfrítíðina.

-Tað er klárt, at tað hevur ávirkað tey, og vit hava tosað við tey um evnið og spurt inn til tað. Serliga sonur okkara hevur hildið fast og trívist væl har, so tað er eisini eitt tekin á, at har hava verið summar ódámligar og óhepnar støður, men vit hava eisini eitt hav av næmingum, ið hava eina fantastiska uppliving, ljóðar tað frá krúnprinsinum.

Parið ynskir áhaldandi at bíða eftir úrslitunum av teimum kanningunum, ið skulu hyggja nærri at mentanina á kostskúlanum, áðrenn tey taka støðu til, um børn teirra skulu ganga á skúlanum.

-Vit eru skelkaði sum flestu onnur um, hvat ið vit hava hoyrt. Men vit hava eitt barn, ið hevur verið har í eitt ár og eitt, ið gleðir seg at byrja. Vit eru noydd til at lýsa hendan trupulleikan frá øllum sjónarmiðum, at hoyra alla søguna, áðrenn vit kunnu taka avgerð um, hvat ið er rætt fyri tey, sigur krúnprinsurin.

 -Tað er ein týdningarmikil læra fyri børnini, at man ikki bert skal taka eina avgerð útífrá einum grundarlagi, óansæð hvussu sterkt og skelkandi tað er. Vit eru noydd til at hava alla myndina við, so vit saman við okkara børnum kunnu taka tí røttu avgerðina, sigur Mary.

Krúnprinsessan bleiv spurd um, hvussu hon kann verða forkvinna fyri Marygrunnin, som er settur í verðina fyri at basa happing, og samtíðis hava síni elstu børn á einum skúla, har ið næmingarnir hava verið útsettir fyri harðskapi og happing.

-Eg skilji væl, at spurningar verða settir. Mín meining um happing er tann sama í dag, sum tá ið eg byrjaði Marygrunnin fyri 15 árum síðani. Happing skal basast, har ið tað tekur seg upp, og tá ið tað tekur seg upp. Tað inniheldur Herlufsholm og aðrir skúlar. Mín meining um happing geldir, óansæð hvørjum skúla míni børn ganga á, sigur hon.