Kunning: Sóttarhald í samband við omikron-fyribrigdið

Allir smittutilburðir, sum koma úr útlandinum verða gensekventeraðir. Hetta kann taka upp í tveir dagar at gera, sigur Heilsumálaráðið

Sigurjón Einarsson
8. desember 2021 kl. 15:45

Allir smittutilburðir, sum koma úr útlandinum verða gensekventeraðir. Hetta kann taka upp í tveir dagar at gera, skrivar korona.fo.

Meðan hetta verður gjørt, setir landslæknin fleiri fólk í sóttarhald, fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing. Hetta merkir, at øll, sum hava verið í beinleiðis sambandi við smittaða fólki – hesi fólk eru 2. liði - verða sett í sóttarhald – bæði ókoppsett, koppsett og fólk, sum hava havt korona.

Fólk í 2. liði verða biðin um at kanna seg fyri korona beinanvegin - undantikið tey, sum hava havt korona seinasta mánaðin tí, at kanningin hjá hesum møguliga vísir positivt, orsakað av fyrrverandi sjúku. 

Fólk í 3. liði verða ikki biðin um at fara í sóttarhald longur.

Er Omikron staðfest

Øll, sum hava verið í beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest omikron-fyribrigdið, skulu í sóttarhald í sjey dagar. Umfamt, at hesi lata seg kanna beinanvegin, verður mælt til, at hesi lata seg kanna á 4. og 6. degi – undantikið tey, sum hava havt korona seinasta mánaðin.

Er talan ikki um omikron

Tey, sum ikki eru fult koppsett og/ella ikki hava havt korona áður, og sum hava verið í beinleiðis sambandi við tann smittaða, verða mæld til at verða verandi í sóttarhaldinum í sjey dagar. Umframt at lata seg kanna beinanvegin, so verður eisini mælt til, at hesi lata seg kanna á 4. og 6. degi.

Tey, sum eru koppsett og/ella hava havt korona áður, og sum hava verið í beinleiðis sambandi við tann smittaða, verða loyst úr sóttarhaldinum. Umfamt, at lata seg kanna beinanvegin, verður eisini mælt til, at hesi lata seg kanna á 4. og 6. degi.

Kelda: korona.fo