Kunning um valplakatir

Heitt verður á politisku flokkarnar at kanna eftir, at valplakatir hanga soleiðis, at tær ikki eru til vanda fyri ferðsluna

Tíðindaskriv
30. november 2022 kl. 13:50

Løgreglan heitir á politisku flokkarnar at kanna eftir, at valplakatir hanga soleiðis, at tær ikki eru til vanda fyri ferðsluna.

- Fleiri staðni kring Havnina hanga nógvar valplakatir alt ov lágt, og koma á fleiri støðum langt inn yvir gongubreytina. Hettar kann serliga verða til vanda fyri sjónveik, skrivar Føroya Politi í einari fráboðan.

- Sum vegleiðing um, hvussu høgt ferðsluskeltir skulu hanga yvir gongubreyt, so er tað 2,2 metrar høgt til undirkant av skeltinum, og yvir súkklubreyt skal tað vera 2,3 metrar høgt til undirkant á skeltinum. Hesi mátini eru eisini hóskandi til uppsetan av valplakatum, skrivar løgreglan. 

Løgreglan sigur eisini, at tað Ikki er loyvt at festa valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum/við gonguteigar.