Kunnu vænta seinkingar hjá Smyrli í vikuni

Vindurin fer væntandi at seinka ferðaætlanini hjá Smyrli, sigur Strandferðslan

Smyril í stormi (Mynd: Skermmynd/Bjartur Thomsen/YouTube)
Steinar Patursson
21. mars 2023 kl. 15:50

Boðað verður frá nógvum vindi úr eystri og landnyrðingi komandi dagarnar, og Strandferðslan sigur tí, at væntast kunnu seinkingar á farleiðini millum Tvøroyri og Tórshavn.

Roknast kann við, at Smyril siglir vestanfyri onkran túrin, og av teirri orsøk verða ivaleyst seinkingar, sigur Strandferðslan.

Møguliga verða verða eisini fleiri broytingar á leið gjørdar, men hesum verður boðað frá sum skjótast, sigur Strandferðslan.