Kvinna og maður skuldsett fyri at drepa barnakonu í Holbæk

Ein kvinnan varð í morgun handtikin í samband við drápið í Holbæk seint hóskvøldið, har ein barnakona læt lív. Í gjáramorgun varð ein 24 ára gamal maður eisini handtikin í samband við málið. Bæði eru nú skuldsett fyri manndráp

Hurðarnar eru latnar aftur í málinum. Harumframt er tað eisini navnaforboð í málinum.
Kristian Waag Dam
8. november 2022 kl. 10:00

Í morgun handtók danska løgreglan enn ein persón í samband við drápsmálið í Holbæk í farnu viku. Hesum hevur løgreglan í Mið- og Vestursælandi boðað frá í tíðindaskrivi.

Handtikna kvinnan er 33 ára gomul og er afghanskur ríkisborgari við bústaði í Danmark. Sambært tíðindaskrivinum hevði kvinnan eitt samband við 37 ára gomlu barnakonuna, sum seint hóskvøldið í síðstu viku var stungin til deyðis uttanfyri røktarheimið, har hon arbeiddi.

Í gjáramorgun var ein 24 ára gamal maður eisini handtikin í samband við drápið í Holbæk. Kvinnan, sum í morgun varð handtikin er saman við 24 ára gamla manninum farin til grundlógaryvirhoyring klokkan 8 í morgun føroyska tíð.

Bæði tey handtiknu og tann 37 ára gamla dripna kvinnan eru øll afghanskir ríkisborgarar og hava øll eitt tilknýti til hvønn annan.

Bæði skuldsett fyri manndráp

Handtikni maðurin og handtikna kvinnan eru bæði ákærd fyri manndráp eftir paragraf 237 í straffilógini. Hesum boðar Tv2 frá í morgun.

- § 237 Den, som dræber en anden, straffes for manddrab med fængsel fra 5 år indtil på livstid.

Handtikni maðurin skal hava stungið 37 ára gomlu kvinnuna fleiri ferðir og skorið hana á háls á parkeringsplássinum uttanfyri røktarheimi, har hon arbeiddi.

Kvinnan, sum í morgun var handtikin, skal við boðum, ið millum annað eru send yvir miðilin Whatsapp, hava elvt til drápið á kvinnuni.

Bæði nokta seg sekan.

Dripin av fleiri knívstungum

Tann 37 ára gamla kvinnan, ið var við barn, varð síðsta hóskvøld dripin frammanfyri eitt røktarheim á Samsøvej í Holbæk, har hon arbeiddi.

Barnakonan hevði júst sett seg inn í sín bil, eftir at hon hevði fingið frí frá arbeið klokkan 23, tá hon var álopin og dripin av fleiri knívstungum.

Hóast tað ikki eydnaðist at bjarga álopnu kvinnuni, so eydnaðist tað at bjarga barninum. Barnið livir enn og liggur í løtuni á ríkissjúkrahúsinum. Sambært Tv2 var 37 ára gamla kvinnan komin sjey mánaðir, tá hon var dripin.