Kvinnuhondbóltur: Føroyar taptu við tíggju málum

MYNDARØÐ: Kvinnulandsliðið í hondbólti kláraðu ikki at gera nakað við Rumenia, tá til stykkis kom, og tá liðugt var endaði dysturin við 31-21 sigri til gestirnar

Dysturin í kvøld gjørdist ein dystur við rygginum móti múrinum. Rumenia var stinnari enn okkara vóru tað og tí endaði tað sum tað gjørdi (Mynd: Jens Kristian Vang)
Sveinur Tróndarson
20. apríl 2022 kl. 21:17

Føroysku hondbóltskvinnurnar vóru aftur á vøllinum í kvøld, tá tær í høllini á Hálsi spældu ímóti Rumenia.

Gestirnir teljast millum tey heilt sterku liðini í kvinnuhondbólti, og tað kom eisini til sjóndar í dystinum í kvøld. Okkara leikarar vóru ikki nóg neyvir, kanska serliga í seinna hálvleiki, tá rumensku gestirnir sluppu at leggja seg framum í EM-undankappingardystinum, tí næstseinasta í hesum undanspælinum.

Hetta var aðruferð, at Føroyar spældi móti Rumenia í hesum undanspælinum, og vit mugu tíverri staðfesta, at tað gekk verri enn vit høvdu vónað, og, ikki minst, tað gekk eisini verri enn tað gjørdi á útivølli seinast.

Fyrri dysturin endaði við sjeymálssigri til Rumenia, sum ta ferðina vann 26-19, og tá var tað ikki fyrr enn fram móti dystarenda, at tað skrædnaði hjá okkara kvinnum.

Hesaferð var støðan eitt sindur øðrvísi, tí føroyska spælið hekk ikki líka væl saman, og serliga var tað í øðrum hálvleiki, at tað fór upp í límingini. Tí fyrri hálvleikur endaði 13-11 til Rumenia.

Ikki tí, tað sást longu í fyrra hálvleiki, at gestirnir vóru sterkari enn okkara, og fleiri ferðir vóru tær fleiri mál, upp í fýra, frammanfyri.

Men sum fyrri hálvleikur leið, kláraðu føroysku kvinnurnar at minka um munin, so tað bara vóru tvey mál á muni eftir teir fyrstu 30 minuttirnar.

Byrjanin av seinna hálvleiki var vánalig, ella kanska var hon bara góð hjá rumenum, sum eftir lítla løtu vóru uppi á fimm málum, og haðani øktu tær bara, sum dysturin leið, og til endans vóru tær uppi á tíggju málum.

Hetta var fimti dysturin í bólkinum, og nú er bara tann eini dysturin eftir. Tað er tann truplasti av øllum, tann móti Danmark, sum verður spældur í Næstved leygardagin. Danmark spældi annars móti Eysturríki í kvøld, á útivølli, og tann dystin vann Danmark stórt, 37-22.

Myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, var í Høllini á Hálsi og vit lata hansara myndir tala fyri seg.