Kvinnulandsliðið: Føroyar í truplan bólk

Lutakastið til HM undankappingina hjá kvinnulandsliðnum varð avgreitt í dag. Landsliðsvenjarin væntar sær átta truplar dystir, men er spent til uppgávuna

Sigurjón Einarsson
30. apríl 2021 kl. 16:45

Føroyar vóru í potti fimm av seks, tá lutakastið til komandi HM undankapping varð avgreitt í Nyon í dag. Londini vórðu drigin í níggju bólkar – tríggjar við fimm londum og seks bólkar við seks londum. 

Føroyar eru endaðar í bólki B saman við Spania úr styrkisbólki eitt, Skotlandi úr styrkisbólki tvey, Ukraina úr styrkisbólki trý og Ungarn úr styrkisbólki fýra.

Bólkur B sær soleiðis út:

Spania

Skotland

Ukraina

Ungarn

Føroyar

Landsliðsvenjarin væntar sær átta truplar dystir, men er spent til uppgávuna. 

– Eitt lutakast snýr seg um hepni, og tað var ikki ordiliga við okkum í dag. Har vóru nógvir møguleikar í pottunum, sum vit á pappírinum høvdu verið javnari við, men tey londini fingu vit ikki í okkara bólk. Men hetta verður ein spennandi bólkur, sigur hon við heimasíðuna hjá FSF.

– Mótstøðuliðini eru øll sera sterk, sjálvandi við Spania sum favoritti. Men hini londini eru eisini millum tey ovastu í hvørjum sínum styrkisbólkum, so vit hava nakrar truplar, men eisini gevandi dystir fyri framman, sigur Lene Terp, landsliðsvenjari.

Dystarskráin verður nú løgd, og fyrstu dystirnir í undankappingini verða spældir í september.

Kelda: Maria Ziska Nesá/Fótbóltssamband Føroya